H71 og evropeiskur hondbóltur hóska væl saman. Aftur í ár eru hoyvíkskvinnur millum tey seinastu 16 liðini í evropeisku kappingini.
Tað skuldi eitt satt hondbóltsdrama til í høllini á Hálsi. H71 byrjaði frálíka væl: Rúna Larsen í málinum hevði nógvar stórar bjargingar, álopsspælið var flótandi, skjótálopini eydnaðist væl, leikferð og góðska var høg, og verjan var stinn.
Sum frálíð kom kekkiska liðið betri við. Í steðginum var munurin eitt mál og eina løtu tíðiliga í seinna hálvleiki sá einki út: Slavia Praha var á odda, og H71 skuldi vinna við trimum málum.
So fór verjan aftur at hanga saman, Jana Mittún kom av álvara í gongd og gjørdi næstan, sum hon vildi, og Maria Halsdóttir Weyhe kom inn og var við at fáa meira brodd í álopsspælið.
Tað var ikki fyrrenn í seinasta minuttinum, at samanlagdir sigurin kundi kennast rímiliga tryggur, tí H71 brendi nakrar møguleikar og misti nakrar bóltar, í løtuni frammanundan men Rúna í málinum bjargaði aftur, tá tað kundi gerast heilt spennandi, os stutt seinni kundu hoyvíkingar av álvara fegnast.
Samanlagt fer H71 víðari við einum sigri á trý mál. Enn eitt ógvuliga flott evropeiskt avrik, og skjótt verður greitt hvør næsta uppgávan verður.
European League 1/16-finala, seinni dystur
Høllin á Hálsi, 04.12
H71 - Slavia Praha 29-24 (15-14)
Toppskjútti: Jana Mittún 10 mál
Bjargingar: Rúna Larsen: 12 av 35 skotum (34 prosent)
Dystargongdin:
5 min: 5-2
10 min: 6-2
15 min: 8-5
20 min: 13-8
25 min: 14-10
(15-14)
35 min: 16-16
40 min: 17-18
45 min: 21-20
50 min: 24-22
55 min: 27-24
Fleiri hagtøl síggjast her
Samrøður og fleiri myndir seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald