Fyrra áttandapartsfinalan millum ZRK Naisa Nis í Serbia og H71 verður spæld seinnapartin klokkan 17:30.
Hesin fyri dysturin millum liðini verður leiktur í Serbiska býnum Nis.
Sterk mótstøða kann væntast, og væl sterkari enn H71 hevur møtt higartil í teimum báðum undanfarnu umførunum í EHF Europa Cup. H71 smurdi nevniliga bæði WHC Cair úr Norðurmakedonia og Spono Eagles úr Sveis av.
(Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
– Vit gera upp á sama máta, sum vit hava gjørt higartil, at vit fyrst og fremst hyggja at, hvat mótstøðuliðið hevur at koma við. Tað hevur riggað væl, so tað gera vit sjálvandi aftur hesaferð, sigur annar av venjarunum, Mark Lausen-Marcher, ið saman við Inga Olsen hevur hugt at dystum hjá ZRK Naisa Nis.
Dysturin sæst ókeypis her. Leinkja verður eisini at finna á Portal-forsíðuni undan dystarbyrjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald