placeholder
Hondbóltur

H71-kvinnur vunnu trivaliga í fyrra dystinum

Hoyvíkskvinnur vunnu 30-23 móti eysturríkska liðnum.

(Mynd: H71)

(Mynd: H71)

2022-10-14 19:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

H71-kvinnur vunnu í kvøld fyrra dystin í EHF European Cup-kappingini móti SC Ferlach í Eysturrríki.

Báðir dystirnir verða leiktir í Ballspielhalle Ferlach í Eysturríki, og hóast hoyvíkskvinnur vóru mettar at vera favorittar undan dystinum var trupult at siga, hvusssu tað fór at ganga.

Men tað gekk væl, má sigast. Í hálvleikinum var 16-12 til H71, og í úrslitið av dystinum gjørdist 30-23 til hoyvíkskvinnur.

Í fjør megnaði H71 at koma heilt í fjórðingsfinaluna í Europa Cup, men vandin fyri kríggi steðgaði europeiska ævintýrinum tá.

Seinni dysturin verður í annaðkvøld klokkan 18. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.

H71 - SC Ferlach 30-23 (16-12)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder