Hondbóltur

H71-kvinnurnar spæla heima ímóti Slavia Prag

Dystirnir verða leiktir í Høllini á Hálsi 3. og 4. desember.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-25 18:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

H71: Hoyvíkskvinnur spæla báðar EHF Europa Cup-dystirnar ímóti Slavia Prag í Føroyum fyrsta vikuskiftið í desember mánaði.

Dystirnir millum kvinnurnar hjá H71 og Slavia Prag verða spældir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin 3. desember og sunnudagin 4. desember. Enn er ikki greitt nær.

At báðir dystirnir verða spældir í Føroyum er úrslitið av tingingunum millum umboð fyri H71 og tjekkiska stórfelagið, ið hava verið, síðani lutakastið í farnu viku paraði liðini bæði í triðja umfari í ársins útgávu av EHF Europa Cup-kappingini.

Bæði H71 og Slavia Prag vunnu seg sannførandi úr øðrum umfari í kappingini, har H71 spældi báðar dystirnar í Eysturríki og vann samanlagt 59-43 á SC Ferlach, og Slavia Prag spældi báðar dystirnar á sínum heimavølli og vann samanlagt 71-36 á ísraelska Holon HC.

Tí passar tað sera væl, at tað í hesum umfarinum verða H71-kvinnurnar, ið fáa dystirnar í Føroyum, og vónandi eisini fáa góðan stuðul frá bæði sínum fjepparum og føroyskum hondbóltsáhugaðum yvirhøvur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder