Hondbóltur

H71 skal gera arbeiðið liðugt

Hoyvíkskvinnur vunnu í gjár móti eysturríkska liðnum SC Ferlach við sjey málum, og útlitini fyri at vinna seg víðari eru tískil góð. Seinni dysturin byrjar klokkan 18.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-15 17:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

H71-kvinnur spæla um vikuskiftið tveir dystir móti eysturríkska SC Ferlach í European Cup.

Fyrri dysturin varð leiktur í gjár, og hoyvíkskvinnur vunnu trivaliga 30-23.

Í dag skal arbeiðið gerast liðugt tá seinni dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 18.

H71 hevur gjørt tað gott í altjóða hondbólti. Í fjør megnaðu hoyvíkskvinnur at koma heilt í fjórðingsfinaluna, men vandin fyri kríggi steðgaði evropeiska ævintýrinum tá.

Dysturin verður stroymdur á live.hsf.fo, og atgongd kann keypast fyri 39 krónur. Fylg við her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder