Tað er eingin ivi um, at føroyskur hondbóltur er á veg fram, og at Hákun West av Teigum er ein av teimum mest spennandi ungu spælarunum. 20-ára gamli hoyvíkingurin ger vart við seg í bestu donsku deildini og European League, ið er næstbesta evropeiska kappingingin, og skal frá summri 2023 spæla í týska stórfelagnum Füsche Berlin.
Hákun hevur nú fingið eitt heiti, ið sannliga er einum Bundesliga-spælara virðiligt: Heimsins besti ungi høgri vongur.
Hetta er sambært atkvøðugreiðslu á stóru hondbóltsheimasíðuni handball-planet.com, ið hvørt ár kjósar bestu spælararnar í ymiskum bólkum og eftir plássum á vøllinum. Eisini hava ymisk fjølmiðlafólk, ið arbeiða innan hondbólt, givið sína meining til kennar.
Hákun West av Teigum var ein av fýra, sum spæla á høgra vongi og eru føddir eftir 2000, sum var tilnevndur, og í gjárkvøldið gjørdist greitt, at føroyski landsliðsspælarin hevði fingið flest atkvøður.
Sambært Handball-Planet høvdu 48.254 greitt atkvøðu áðrenn freistina 1. desember. Helst hevur hoyvíkingurin fingið fitt av atkvøðum úr Føroyum, men samanlagt vísir hetta, at landsliðsspælarin hevur eitt høgt støði og helst er ógvuliga nógv gott í væntu frá honum.
22-ára gamli sviin Eric Johansson varð valdur heimsins besti ungi spælari yvirhøvur. Hann spælir til dagliga í THW Kiel og harvið verður Elias Ellefsen á Skipagøtu liðfelagi við hann um eitt hálvt ár.
Til ber at síggja allan listan her
Hondbóltur
Hákun fingið stóran heiður eftir atkvøðugreiðslu
Útfrá yvir 48.000 atkvøðum inni á handball-planet.com og metingum hjá fjølmiðlafólki, ið arbeiða innan hondbólt, er 20-ára gamli hoyvíkingurin besti ungi høgri vongur í heiminum.
Hákun West av Teigum ger vart við seg í Skanderborg-Aarhus og við føroyska landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
2022-12-10 08:14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald