Hákun West av Teigum skiftir næsta summar til Füche Berlin, felagið sum í løtuni liggur á 2. plássi í Bundesliguni - eitt stig aftanfyri THW Kiel, ið Elias Ellefsen á Skipagøtu skjótt skal spæla fyri.
Í gjár spældi Hákun fyri aðru ferð í hesum mánaðinum móti júst Füche Berlin. Skanderborg Aarhus er í bólki saman við týska liðnum í European League, ið er næststerkast evropeiska kappingin hjá EHF.
Tá liðini spældu í Berlin í síðstu viku vann heimaliðið við seks málum - Hákun West av Teigum skoraði fýra ferðir fyri Skanderborg Aarhus. Í gjár skoraði 20-ára gamli hoyvíkingurin seks mál og var javnsettur toppskjútti hjá heimaliðnum, ið var á odda við einum máli í stegðinum.
Hákun West av Teigum heldur fram at gera vart við seg uttanfyri landoddarnar
Hans Lindberg gjørdi bart í heimlandinum í gjár (Myndir: Sverri Egholm)
Spennandi dysturin í Skanderborg endaði tó við einum eitt-máls sigri til útiliðið, og tað var ógvuliga royndi danski høgri vongurin hjá Füche Berlin, Hans Lindberg, ið gjørdist toppskjútti í dystinum við átta málinum.
Les eisini: Hákun fingið stóran heiður eftir atkvøðugreiðslu
Føroyski landsliðsleikarin, sum í síðstu viku fekk heiðurin sum besti ungi høgri vongurin í heiminum, skal avloysa 41-ára gamli Hans Lindberg næsta ár. Lindberg gevst tó ikki at spæla hondbólt.
Talan var um oddadyst í bólkinum. Fýra umfør resta í, og Füche Berlin sær út til at heilt víst koma víðari. Skanborg Aarhus er á 2. plássi í bólkinum við seks liðnum. Tvey lið koma víðari til knock-our dystirnar.
Hondbóltur
Hákun skoraði seks mál móti sínum komandi felagi
Skanderborg Aarhus var í gjárkvøldið nær við at koppa gestunum úr Berlin í European League. Eitt mál var á muni - bæði liðini liggja í løtuni til at koma víðari.
Mynd: Sverri Egholm
2022-12-14 18:12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald