Enn ein ungur føroyskur landsliðsleikari í hondbólti er á veg til heimsins sterkastu hondbóltskapping, Bundesliguna.
Tað er Hákun West av Teigum.
TV2 skrivar í dag, at Hákun verður avloysari, tá danski veteranurin, 41 ára gamli Hans Lindberg gevst tá hetta kappingarárið endar.
Hákun West av Teigum hevur í løtuni fast pláss á liðnum hjá Skanderborg Aarhus. Sáttmálin við Skanderborg Aarhus er galdandi til summarið 2024, men sambært TV2 Sport er ein klausulur í sáttmálanum, sum ger, at hann kann flyta til Berlin longu komandi summar.
Umframt Hans Lindberg, spæla í løtuni tríggir evnaríkir danskir landsliðsleikarar við Füche Berlin, Mathias Gidsel, Jacob Holm og Lasse Andersson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald