Fótbóltur

Halda fram at spæla í Onglandi

Jóla- og nýggjársskráin koyrir enn. Í kvøld verður helmingurin av 16. umfari á skránni, og United hevur møguleika at nærkast oddinum. Nakrir koronatilburðir eru í ymsu hópunum.

Paul Pogba og United taka ímóti Wolves (Mynd: EPA)

Paul Pogba og United taka ímóti Wolves (Mynd: EPA)

2020-12-29 16:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fjórða dagin á rað eru fleiri dystir á skránni í Premuer League. Í gjár varð sett hol á 16. umfar. Báðir dystirnir vóru í London, báðir endaðu 1-1, og talan var um smeit fyri Leicester og Crystal Palace.

Dysturin sum skuldi verða í Liverpool var av ongum. Orsøkin var, at fleiri koronatilburðir vórðu staðfestir í hópinum hjá Manchester City í gjár. Everton hevur nú sett krav fram um, at umstøðurnar kring avlýsingina verða kannaðar heilt. Verjuleikarin hjá Arsenal, Gabriel, hevur fingið staðfest korona, og tað hava nøkur umboð frá Sheffield United eisini. Dystirnir hjá hesum liðunum í kvøld eru ikki ávirkaðir av hesum.

Í kvøld verða fimm dystir leiktir. Tað eru fyri tað mesta lið úr niðaru hálvu, ið spæla. Botndystur verður í Burnley, og í Brighton hevur Arsenal møguleika at rykkja seg leyst av botnstríðnum. Southampton hevur hinvegin møguleika at vera vera í topp-fýra, tá kvøldið er av. Venjarin Ralph Hasenhüttl verður ikki á síðulinjuni, tí tað er smitta staðfest í familju hansara. 

Tann síðsti av kvøldsins dystum verður á Old Trafford, har Wolves vitjar. Manchester United megnaði ikki at hála sigurin heim í Leicester 2. jóladag, men av tí at Liverpool snávaði á heimavølli móti West Bromwich dagin eftir, er tað sama stigatal, fimm, ið skilir arvafíggindarnar, og United hevur leikt ein dyst færri. Liðið hjá Solskjær hevur vanliga stort baks við Wolves, ið órógvaði Tottenham fyrrakvøldið. Um United vinnur í kvøld, kemur liðið upp á 30 stig og 2. plássið.

Premier League 16. umfar
Í dag - 29.12


18.00:

Brighton - Arsenal
Burnley - Sheffield United
Southampton - West Ham
West Bromwich - Leeds

20.00: Manchester United - Wolves

Støðan - flestu liðini hava spælt 15 dystir
1. Liverpool 32 stig
2. Leicester 28 stig *
3. Everton 29 stig
4. Manchester United 27 stig **
5. Aston Villa 26 stig **
6. Chelsea 26 stig *
7. Tottenham 26 stig 
9. Manchester City 26 stig **
9. Southampton 25 stig 
10. West Ham 22 stig
11. Wolves 21 stig
12. Leeds 20 stig
13. Crystal Palace 19 stig *
14. Newcastle 18 stig **
15. Arsenal 17 stig 
16. Brighton 13 stig
17. Burnley 13 stig **
18. Fulham 11 stig 
19. West Bromwich 7 stig
20. Sheffield United 2 stig

*Ein dyst fleiri
** Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder