Stóri svenski hondbóltsmiðilin Handbollskanalen hevur kosið nakrar spælarar, venjarar og lið sum ymiskt, í samband við at "heystheiðrar" eru latnir.
Hetta er ein listi yvir ymiskt í fyrru hálvu í bestu svensku mansdeildini, og ein føroyingur er á listanum - sum ársins talent higartil.
- Axel Månsson får ursäkta, men hur bra han är har varit (riktigt bra i sina bästa stunder) har Mittün varit ännu bättre. Alla skador i Sävehof har gjort att färöingen har fått mer speltid än vad som var tanken från början och han har verkligen tagit chansen.
Soleiðis verður skrivað um Óla Mittún. 17-ára gamli hoyvíkingurin skifti í summar frá H71 til IK Sävehof. Tað varð ikki væntað, at kviki bakspælarin longu fór at fáa ein so stóran leiklut, sum hann hevur havt, men skaðar - millum annað skaðin hjá systkinabarninum Eliasi Ellefsen á Skipagøtu - hava gjørt, at Óli hevur fingið møguleikanum.
Føroyski landsliðsspælarin hevur eisini tikið av hesum møguleikanum og hevur av álvara gjørt vart við seg í Svøríki, har Sävehof er ársins lið higartil. Hetta tí at føroyingaliðið er á 2. plássi, við eins nógvum stigum sum oddaliðið Kristianstad, í løtuni við so nógvum skaðum. Michael Apelgren hevur fingið nógv burturúr verður skrivað.
Óli og liðfelagirnir spældu um middagsleitið í dag í Ystads. Heimaliðið var á odda við trimum málum í steðginum, men Sävehof vendi dystinum og vann við trimum málum. Hoyvíkingurin skoraði fýra ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald