
Síðsta vetur skifti Hanus Sørensen til slovenska stórfelagið NK Celje, sum vildi satsa uppá føroyska landsliðsspælaran. Hetta sum fyrst og fremst høgra bakk.
Tað gekst eisini væl hjá Hanusi í byrjanini. Hann byrjaði inni í nógvum dystum tíðliga í 2025, men so líðandi misti havnarmaðurin plássið hjá liðnum, sum kom langt í Evropa og vann slovensku steypakappingina.
24-ára gamli føroyingurin var ikki í hópinum til hálvfinaluna ella finaluna, og hevur Hanus Sørensen ikki verið at sæð í nøkrum hópi til venjingardystir ella Evropa í summar.
Kappingin á høgra bakki hjá Celje er hørð, og fyri kortum frætti Portalurin, at ætlanin var at leiga Hanus Sørensen út til eitt lið í næstbestu slovensku deildini.
Hóast tað ikki er almannakunngjørt, so tykist tað greitt, at talan er um eina leiguavtalu.
Eftir øllum at døma er hon gjørd - ella er avtalan við at verða formlig - tí Hanus Sørensen hevur spælt í tveimum venjingardystum innan seinastu smáu tvær vikurnar.
Hetta hava vit fingið upplýst.
Tað hevur verið móti góðum mótstøðuliðum, og hevur tað gingið væl: Triglav vann fyrst 1-0 á ukrainska stórfelagnum Shakhtar Donetsk í einum dysti á tvær ferðir 30 minuttir, og stutt fyri ólavsøku vann Triglav Kranj 3-1 á HNK Gorica úr bestu kroatisku deildini.
Hanus Sørensen spældi á høgra bakki, og alt bendir á, at hann skal hava nógva spælitíð har hjá Triglav Kranj í kappingarárinum 2025/2026. Fyrsti kappingardystur hjá liðnum verður 9. august.
Býurin Kranj er ikki so langt frá Celje. Liðið var ógvuliga nær við at flyta upp í bestu slovensku deildinia fyri summarsteðgin, men tapti samanlagt 5-4 í play-off finaluni.
Dagført 16.48: Triglav hevur júat kunngjørt, at liðið he ur leigað Hanus Aørensen úr Celje. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2025/2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald