Fótbóltur

Hava so at siga ongan møguleika á pappírinum

Føroyar hava samanlagt tapt 19-3 í teimum fimm dystunum í Skotlandi, og sambært millum annað veddingarfyritøkunum røkist einki fyri, at liðið hjá Håkani Ericson fær stig í kvøld.

Gunnar Nielsen er tann einasta á núverandi landsliðið, ið hevur spælt ímóti Skotlandi. 34-ára gamli málverji var við í 3-0 ósigrinum í venjingardysti í Aberdeen í 2010 (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar Nielsen er tann einasta á núverandi landsliðið, ið hevur spælt ímóti Skotlandi. 34-ára gamli málverji var við í 3-0 ósigrinum í venjingardysti í Aberdeen í 2010 (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-31 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur gingið væl á Svangaskarði móti Skotlandi. Tvær ferðir hava Føroyar fingið javnleik móti skotum, 1-1 í 1998 og 2-2 í 2002, og tvær ferðir er tað endað við 0-2 ósigri, har heimaliðið serliga í 2007 var væl við í dystinum.

Dystirnir í Skotlandi hava verið ein onnur søga. Sum verða man er tað oftast truplari at spæla á útivølli - serliga í "gomlum døgum" tá áskoðar vóru til staðar. Fimm ferðir hevur føroyska A-landsliðið hjá monnum spælt í Skotlandi, og hvørjaferð hevur áskoðaratalið verið fimmsiffrað. Í 2006, tá Føroyar vóru fyri lemjandi 6-0 tapi, vóru heili 50.000 áskoðarar á Celtic Park. 

Fyrstu ferð Føroyar spældu í Skotlandi var í 1994, í undankappingini til EM 1996. Tað var eisini í Glasgow, men tað var á Hampden Park, ið landsliðið sum oftast nýtir. Føroyar fingu eitt mál, men tað var eitt mál til 5-1. Jan Allan Müller minkaði um munin í 75. minutti.

Tær næstu tríggjar EM-undankappingarnar vóru føroyingar eisini í bólki við skotum, og tað gekst betri hjá Allan Simonsen og hansara monnum í 1998, tá John Petersen við brotssparki seint í dystinum í Aberdeen kveikti vónina um føroyskt stig. Tað endaði tó 2-1. Fimm ár seinni komu skotar tíðliga á odda, men Julian Johnsson javnaði tíggju minuttir fyri steðgin. Mál frá Paul Dickov og James McFadden syrgdu tó fyri skotskum sigri frammanfyri teimum 40.000 á Hampden Park. McFadden var eisini ein av teimum, ið varð á blettinum í dystinum í 2006.

Í 2010 vann Skotland 3-0 í venjingardysti á Pittodrie leikvøllinum í Aberdeen. Harvið hava Føroyar tapt samanlagt 19-3 í teimum fimm dystunum higartil í Skotlandi.

Les eisini: Skottland hevur brúk fyri sigri í kvøld

Skotar hava spælt tveir javnleikir higartil í undankappingini, 2-2 móti Eysturríki og 1-1 í Ísrael, og hava tørv á einum sigri í kvøld. Tær flestu veddingarfyritøkurnar geva odds ímillum 1,16 og 1,20 fyri heimasigur, og hetta er ógvuliga lítið. Hinvegin gevur ein føroyskur sigur pengarnar 15 ferðir ella meira aftur. Javnleikur liggur rímiliga støðgur á 7,00.

Fyrsta bríksl á Hampden Park verður klokkan 19.45. Á forsíðu okkara ber til at tippa hvør vinnur dystin, ella um tað kanska endar við javnleiki.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder