Fótbóltur

Heðin Klakstein er nú EB/Streymari

28-ára gamli klaksvíkingurin er annar leikarin, ið hevur skift úr Skála í vetur. Hann nærkast 200 dystum í Betrideildini.

Heðin Klakstein spældi trý kappingarár á Skála (Mynd: Sverri Egholm)

Heðin Klakstein spældi trý kappingarár á Skála (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-02 22:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EB/Streymur boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Heðin Klakstein fyri komandi kappingarár. 

28 ára gamli klaksvíkingurin hevur spælt við Skála seinastu trý árini. Frammanundan tí hevði Heðin spælt við besta liðnum hjá KÍ í trý ár. Har fekk miðvallarin sínar fyrstu dystir í 2012. í 2015 skoraði hann ellivu mál og varð kosin ársins leikari hjá KÍ, og í 2016 vann Heðin Klakstein steypakappingina við barndómsfelagnum.

Tekniskt sterki og kviki vongurin hevur drúgvar royndir í fremstu røð. Hann hevur spælt 191 dystir í Betrideildini og 16 í steypakappingini. Samanlagt er tað vorðið til 27 mál.

[object Object]
Heðin Klakstein saman við formanni EB/Streyms, Fróða Reinert Petersen (Mynd: EB/Streymur)
 

Heðin verður aftur komandi ár liðfelagið við Ronni Møller-Iversen. Danin, sum seinastu tvey árini hevur spælt á Skála, varð undan jólum kunngjørdur sum EB/Steymari.  

Gamlaárskvøld kunngjørdi EB/Streymur, at Rói Olsen hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið. Víkamaðurin fer, næstu ferð hann fer á vøllin í Betrideildini, at koma upp á sín dyst nummar 100 í fremstu røð.

[object Object]Rói Olsen sæst her saman við Fannhardi Antonssyni Skoradal í dysti móti B36. Gøtumaðurin, ið spældi við EB/Streymi fyrru hálvu av farna kappingarárið, hevur eins og Rói skrivað undir nýggjan sáttmála við EB/Streym (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder