Fótbóltur

Ronni Møller Iversen er nú EB/Streymari

26-ára gamli danin hevur seinastu tvey árini spælt við Skála og skuldi skifta til B36. Ístaðin skal hann royna at styrkja um álopskenda partin hjá EB/Streymi, ið eisini hevur longt við Ragnar Danielsen og roynir at fáa Rógva Egilstoft aftur.

Ronni Møller-Iversen skal komandi ár spæla í svørtum og bláum (Mynd: Sverri Egholm)

Ronni Møller-Iversen skal komandi ár spæla í svørtum og bláum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-19 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom til KÍ í 2018 og skoraði millum annað eitt gott mál í Europa League-dysti í Vilnius. Samstarvið helt tó ikki árið út, og Ronni Møller-Iversen endaði í 2019 á Skála.

Kantspælarin gjørdist toppskjútti hjá Skála við átta málum. Í ár hevði hann ikki eins stóra ávirkan, men skoraði tvey mál ið kundu verið við til at bjarga Skála. Tað eydnaðist ikki, men tað hevur ligið í luftini eina tíð, at Ronni, ið er búsitandi í Klaksvík, fór at halda fram í Betrideildini.

[object Object]Ronni hevur her skorað til 1-1 fyri KÍ í dystinum móti Zalgiris Vilnius (Mynd: Sverri Egholm)

Ein sáttmáli við B36 var sum skilst komin uppá pláss áðrenn venjaraskiftið har, men tað varð til einkis, og ístaðin skal Ronni komandi ár spæla við EB/Streymi. EB/Streymur boðar á heimasíðu sínari frá, at partarnir hava gjørt sáttmála fyri 2021.

- Eg gleði meg nógv til at blíva partur av EB/Streymi, sum eg havi hoyrt nógv gott um. Eg havi fingið eit positivt inntrykk av leiðsluni bæði á og uttanfyri vøllin, og gleði meg  at blíva partur av einum leikarahópi, sum í nógvar mátar er í einari spennandi tilgongd.

[object Object]
Ronni í bláum og svørtum saman við formanni EB/Streyms, Fróða Reinert Petersen (Mynd: EB/Streymur)

Hetta sigur 26-ára gamli danin við ebstreymur.fo. Hann hevur seinastu trý árini leikt 83 dystir við føroyskum liðum og hevur skorað 14 mál. Ronni Møller-Iversen skal royna at betra um álopspartin hjá EB/Streymi - farna kappingarár fekk liðið 27 mál í 28 dystum.  

Ragnar og Rógvi

Á Skála var Ronni Møller-Iversen liðfelagið við millum aðrar Aksel Bjartalíð Danielsen og Niels Paula Bjartalíð Danielsen. Tað er ávíkavist yngri og eldri beiggi Ragnar Bjartalíð Danielsen, sum skjótt fer undir sítt sjeynda ár í EB/Streymi. Felagið boðaði hóskvøldið frá, at 28-ára klaksvíkingurin hevur skrivað undir ein nýggjan sáttmála. Ragnar er upprunaliga vongur men hevur spælt teir flestu av sínum 155 dystum fyri felagið á bakkinum. Ragnar B. Danielsen hevur skotið 20 mál fyri fyrstalið hjá EB/Streymi - umleið helmingurin er við brotsspørkum.


[object Object]Ragnar B. Danielsen í dysti móti TB (Mynd: Sverri Egholm)

EB/Streymur megnaði ikki at fáa fatur á Jan Ellingsgaard, ið eisini verður í reyðu ÍF-troyggjuni komandi ár. Tað fer tó helst at eydnast at fáa ein annan sterkan vinstrabeintan leikara í hópin. Rógvi Egilstoft hevði eitt gott kappingarár í NSÍ, men nógv bendir á, at komandi borgarstjórin á Eiði eisini fer at hava Eiði sum sín fótbóltsheimavøll komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder