Annað

Heimsins skjótasti maratonrennari deyður

Kelvin Kiptum, sum í fjør setti nýtt heimsmet í maraton hjá monnum, doyði í einari ferðsluvanlukku sunnudagin, bert 24 ára gamal.

Kelvin Kiptum setti nýtt heimsmet í Chicago í oktober (Mynd: Getty Images)

Kelvin Kiptum setti nýtt heimsmet í Chicago í oktober (Mynd: Getty Images)

2024-02-12 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kelvin Kiptum, ið eigur heimsmetið í maraton hjá monnum, doyði sunnudagin í einari ferðsluvanlukku.

Tað upplýsir Ababu Namwamba, ítróttamálaráðharri í Kenja sambært Ritzau.

Kiptum, ið gjørdist 24 ár, setti nýtt heimsmet í oktober í fjør, tá hann kom á mál í amerikanska býnum Chicago við tíðini tveir tímar og 35 sekund. Hetta er tað skjótasta, nakar hevur runnið eitt maraton í góðkendari kapping hjá monnum. Kiptum segði seg vera sannførdan um, at han einaferð fór at kunna renna eitt maraton uppá minni enn tveir tímar.

Sambært miðlum í Kenja doyði eisini venjarin hjá Kiptum, Gervais Hakizimana í vanlukkuni. Teir báðir doyðu á staðnum. Ein kvinna, Sharon Kosgey var eisini í bilinum, og hon varð flutt á sjúkrahús við álvarsligum løstum.

Kiptum, ið koyrdi bilin, misti tamarhaldið á honum, koyrdi út av vegnum og rakti eitt træ. Vanlukkan hendi seint sunnukvøldið, lokala tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder