Heini Fossdalsa Sørensen fór tíðliga til Danmarkar at roynda fótbóltseydnuna. Hann vísti síni evni í HB í barnaárunum og hevur seinastu stóru fimm árini stríðst og staðið seg væl í ungdómsdeildini FC Midtjylland.
Seinastu tíðina spældi Heini tó ikki eins nógv, og skaðar hava eisini lagt meinbogar í vegin. Sáttmálin, sum gekk út í summar, varð ikki longdur, og síðani hevur føroyski U21-landsliðsspælarin leitað eftir felagið.
Nú er avtala komin uppá pláss við Thisted FC í Norðurjútlandi. Tað var sum so longu alment í gjár, men hesum boðar felagið frá á Facebook-síðu sínari í dag.
- Ungi føroyingurin fer at styrkja hópin við sterkum fysiskum framkomuskapi og góðum yvirblikki frá miðvallaraplássinum
Harvið er Heini nú liðfelagið við Daniel Johansen. Vinstri bakkurin skifti úr HB í summar. Daniel spældi í gjár ein hálvleik í steypadystinum móti Silkeborg. Superligafelagið vann 3-1. Heini Sørensen kom inn í 74. minutti og fekk harvið sínar fyrstu minuttir fyri Thisted. Samstundis kom ein annar ungur miðvallari inn: Emil Seedorf Sørensen sum í eitt ár var knýttur at AB í Føroyum.
Thisted er í løtuni nummar níggju av teimum tólv liðunum í 2. Division, sum er triðbesta deildin í Danmark. Næsti dystur er leygardagin á útivølli móti Hørði Askham og AB.
Fótbóltur
Heini Fossdalsa Sørensen gjørt sáttmála við Thisted
19-ára gamli føroyski miðvallarin spældi móti Silkeborg í gjár. Hann hevur seinastu árini verið í FC Midtjylland og er nú liðfelgi við Daniel Johansen í triðbestu donsku deildini.
Heini Fossdalsá Sørensen í sínum sætta U21-dysti fyri Føroyar, sum var móti Kroatia fyrr í mánaðinum. Hann kom á vøllin í donsku steypakappingini í gjár (Mynd: Bjarni Enghamar)
2023-09-28 12:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald