Fótbóltur

Heini Fossdalsá Sørensen skal royna seg í Ajax

16-ára gamli hoyvíkingurin í FC Midtjylland sleppur, so skjótt sum koronastøðan er batnað, at venja við hollendska stórfelagnum.

Heini í eldinum fyri FC Midtjylland. Miðvallarin verður mettur at vera sera dugnaligur og evnaríkur - bæði við og uttan bólt

Heini í eldinum fyri FC Midtjylland. Miðvallarin verður mettur at vera sera dugnaligur og evnaríkur - bæði við og uttan bólt

2021-01-01 22:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann fór úr HB til Midtjylland fyri skjótt trimum árum síðani, har hann hevur gjørt vart við seg á serliga U17-liðnum. Heini Fossdalsá Sørensen er longu skrásettur fyri 15 U-landsdystir og fimm mál, og miðvallarin er mettur at vera sera evnaríkur - við og uttan bólt.

Tá hann fylti 15 ár, 27. januar í 2019, skrivaði Heini undir ein trý-ára sáttmála við FC Midtjylland, og tað verður væntað nógv av føroyinginum í felagnum.

[object Object]
Heini Fossdalsá Sørensen, tá hann skrivaði undir sáttmála við FC Midtjylland, sum 15-ára gamal (Mynd: fcm.dk)

Skjótt 17-ára gamli hoyvíkingurin er uppvaksin í HB, og skjótt sleppur hann at royna seg í hollendska høvuðsstaðnum. In.fo skrivaði á jólum, at Ajax hevur víst áhuga fyri Heina, og at avtala er komin í lag millum Ajax og FC Midtjylland um, at føroyingurin skal venja við í Amsterdam.

Tað kann væntast, at Heini F. Sørensen skal venja við hjá Ajax í eina viku. Enn er dagfestingin ikki heilt greið orsakað av koronustøðuni, ið ger tað trupult at fáa slíkar venjingar í lag, men so skjótt sum tað ber til at ferðast til Hollands sum vanligt, so fer Heini avstað. 

- Tað er altíð hugaligt, tá útlendsk feløg vísa áhuga fyri føroyskum spælarum. Serliga tá talan er um stór og viðurkend feløg sum eitt nú Ajax, sigur Jákup í Stórustovu, ið er umboðsmaður hjá Heina, við in.fo.

Ajax er størsta felagið í Hollandi og er kent fyri at menna eina rúgvu av evnaríkum leikarum. 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder