Hondbóltur

Her er skráin fyri endaspælið í hondbólti

Fyrstu fýra dystirnir vórðu leiktir mikukvøldið - tað er møguligt, at tað ganga tríggir vikur, áðrenn FM-avgerðirnar fella.

Kyndil og Neistin skulu dystast um finalupláss. Fyrsti dysturin verður í morgin - í Kollafirði - klokkan 16 (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil og Neistin skulu dystast um finalupláss. Fyrsti dysturin verður í morgin - í Kollafirði - klokkan 16 (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-02 09:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Menninir hava lagt til brots í endaspælinum, og í morgin, leygardagin 3. apríl, fara kvinnurnar í gongd við hálvfinalurnar í kappingini um FM.

Eftir sigurin hjá H71 á Kyndli mikukvøldið er greitt, at hoyvíkskvinnur eru deildarmeistarar. Fyri tað fingu tær skjøldur/steyp og eitt av teimum trimum evropeisku plássunum. Sama var galdandi hjá VÍF hjá monnum. 

[object Object]
Eftir 27-23 sigurin kundi staðfestast, at H71 endaði omanfyri Kyndil (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Úrslitið mikukvøldið merkir eisini, at tað vera somu FM-hálvfinalur hjá kvinnum, sum tað vóru í steypakappingini: H71 og StÍF bresta saman minst tvær ferðir, og grannarnir í Tórsvhavn hittast í hinum. Í morgin, tá fyrstu hálvfinalurnar hjá kvinnum verða leiktar, spæla Kyndil og Neistin í Kollafirði - hetta orsakað av at flogbóltsfinalur vera í Høllini á Hálsi í morgin. H71 tekur ímóri StÍF.

Eftir tann dystin spæla mennnir í Hoyvík FM-hálvfinalu 2. Har kann H71 við javnleiki spæla seg í finalurnar. Mánadagin, 2. páskadag, kann VÍF spæla seg í finalurnar við sigri ella javnleiki í Høllini á Hálsi. 

Les meira: VÍF og H71 eru eitt fet frá finaluni

Talan kann gerast um heili fimm FM-finalur hjá kvinnum og monnum. FM-avgerð fellur í fyrsta lagi leygadagin 17. apríl.

Fyrstu FM-hálvfinalurnar í Burndeildini
31. mars
VÍF - Neistin 35-25
Toppskjútti: Filip Jojic 11 mál

Myndir: VÍF - Neistin


KÍF - H71 26-27 (14-14)
Toppskjútti: Pætur Thomsen 9 mál

Fyrru hálvfinalurnar í niðara endaspælinum 

Kyndil - StÍF 26-30 (13-13)
Toppskjútti: Bjarni Selvindi 11 mál

Team Klaksvík - H71 2 34-24 (18-17)
Toppskjútti: Vilhelm Vilhelmsen 7 mál

Leygardagin 3. apríl
Kvinnur niðara hálvfinala 1 kl. 13.00 Stjørnan – VB
Kvinnur niðara hálvfinala 1 kl. 13.00 VÍF – H71 2
Menn niðara hálvfinala 2 kl. 15.30 H71 2 – Team Klaksvík
Kvinnur FM-finala 1 kl. 16.00 Kyndil – Neistin (í Kollafirði)
Kvinnur FM-finala 1 kl. 17.30 H71 – StÍF
Menn niðara hálvfinala 2 kl. 19.00 StÍF – Kyndil
Menn FM-hálvfinala 2 kl. 20.00 H71 – KÍF

Mánadagin 5. apríl
Kvinnur niðara hálvfinala 2 kl. 15.00 VB – Stjørnan
Kvinnur niðara hálvfinala 2 kl. 16.00 H71 2 – VÍF
Menn FM-hálvfinala 2 kl. 19.00 Neistin – VÍF

Týsdagin 6. apríl
Kvinnur FM-hálvfinala 2 kl. 18.00 StÍF – H71
Menn møgulig niðara-hálvfinala 3 kl. 18.00 Team Klaksvík – H71 2
Kvinnur FM-hálvfinala 2  Neistin – Kyndil
Menn møgulig niðara-hálvfinala 3 kl. 20.00 StÍF – Kyndil

Mikudagin 7. apríl
Menn møgulig FM-hálvfinala 3 kl. 18.00 VÍF – Neistin
Menn møgulig FM-hálvfinala 3 kl. 20.00 H71 – KÍF

Hósdagin 8. apríl
Kvinnur møgulig FM-hálvfinala 3 kl. 18.00 Kyndil – Neistin
Kvinnur møgulig niðara hálvfinala 3 kl. 19.00 VB – Stjørnan
Kvinnur møgulig niðara hálvfinala 3 kl. 19.00 VÍF – H71 2
Kvinnur møgulig FM-hálvfinala 3 kl. 20.00 H71 – StÍF

Leygardagin 10. apríl
Menn bronsudystur
Kvinnur bronsudystur
Menn finala niðari bólkur
Kvinnur finala niðari bólkur

Sunnudagin 11. apríl
Menn FM-finala 1
Kvinnur FM-finala 1

Mikudagin 14. apríl
Menn FM-finala 2
Kvinnur FM-finala 2

Leygardagin 17. apríl
Menn FM-finala 3
Kvinnur FM-finala 3

Mikudagin 21. apríl
Menn møgulig FM-finala 4
Kvinnur møgulig FM-finala 4

Leygardagin 24. apríl
Menn møgulig FM-finala 5
Kvinnur møgulig FM-finala 5



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder