Í vikuskiftinum er Høllin á Hálsi, og serstaka gólvið, karmur um eina rúgvu av spennandi hondbóltsdystum. Talan er um stóra steypafinaluvikuskifti, har vaksnamannafinalurnar leygarkvøldið eru hæddarpunktið, og har flest áskoðarar eru, men har 32 ungdómslið, umframt Eydnudeildin eisini skulu royna seg.
Skráin fyri steypafinaluvikuskifti:
Fríggjadagin 24. februar:
18.30: Gentur 16 Kyndil – VÍF
20.00: Dreingir 16 Neistin – H71
Leygardagin 25. februar:
09.00: Dreingir 10B EB a – Kyndil c
09.40: Gentur 12B Søljan – H71 c
10.30: Dreingir 12B Neistin b – KÍF
11.20: Gentur 10A StÍF a – H71 a
12.00: Dreingir 10A VÍF a – Team Klaksvík
12.40: Gentur 10B VB a – VÍF c
13.20: Gentur 12A H71 a – Neistin a
14.20: Dreingir 12A Kyndil a – H71 a
16.30: Kvinnur H71 – Kyndil
19.00: Menn H71 – KÍF
Sunnudagin 26. februar
12.50: Eydnudeildin
13.30: Gentur 14B H71 b – VB
14.30: Dreingir 14B VÍF – KÍF
15.30: Gentur 14A Neistin – VÍF
16.30: Dreingir 14A Neistin a – Kyndil a
17.30: Gentur 18 H71 – Neistin
19.00: Dreingir 18 VÍF – H71
H71 er best umboða við tíggju liðum, men trý onnur feløg hava fimm ella fleiri lið við í steypafinaluvikuskiftinum - VÍF, Neistin og Kyndil - og samanlagt eru tíggju feløg umboðaði.
Kelda: hsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald