U19-manslandsliðini hjá Føroyum og Íslandi spældu seinnapartin annan venjingardystin hetta vikuskiftið. Dysturin í Vestmanna endaði, eins og dysturin á Eiði í gjár, við einum muni á trý mál.
Les eisini: Skoraðu 36 mál og vunnu á Íslandi
Hesa ferð var munurin tó til fyrimuns fyri íslendingar. Tað leikaði javnt á fyri steðgin, har verjuspælið hjá liðunum báðum eydnaðist betri enn í gjár. Tað var 13-13, tá liðini fóru at hvíla seg.
Fleiri broytingar sóust á liðunum gjøgnum dystin, og tað varð flutt eitt sindur meira runt uppá brikkarnar. Óli Mittún var úti í løtum, og Rókur Ziskason spældi ikki nógv. Hetta ávirkaði føroyska spælið nakað, eins og tað at Ísak Vedelsbøl heldur ikki spældi fult, og at Ísland eisini fekk tálma sterka strikuspælaranum betur enn í gjár.
Í løtum 2. hálvleiki var Ísland greitt omaná og gestirnir vóru í nøkrum førum á +6. Føroyar fingu tó minkað væl um munin síðstu løtuna. Vestmenningurin Óla Jákup Gaard Olsen var ein, sum vísti seg heilt væl fram - lámi høgri bakkurin/vongurin skoraði átta mál og varð javnsettur toppskjútti í dystinum.
Talan gjørdist eisini um ein fínan venjingardyst, har føroyingarnir eisini fingu sæð nøkur lýti, ið bøtast skulu um áðrenn og til HM-endaspælið í Kroatia, sum byrjar um tíggju dagar.
U19 venjingardystur
Sunnudagin 23.07 - Í Vestmanna
Føroyar - Ísland 30-33 (13-13)
5 min. 2-2
Óli Mittún 8
Ísak Vedelsbøl 2
Niklas Gaard 1
Rói Seyer Hjaltason 1
Tróndur Johnsson 1
Eyðbjørn Danielsen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald