Síðstu smálutirnir mangla at koma upp á pláss áðrenn Kim Engstrøm kann kalla seg høvuðsvenjara hjá HB. Hetta verður tó ikki væntað, at verða nakar trupulleiki.
Tað skrivar Tipsbladet.dk í dag.
HB boðaði í gjár frá, at Kevin Schindler ikki heldur fram sum venjari. Ætlanin var at hann skuldi vera høvuðsvenjari í 2022, men av tí at neyðugu loyvini í sambandi við A-venjaraútbúgving, komu ikki uppá pláss, verður hetta av ongum.
42 ára gamli Kim Engstrøm er U19-venjari hjá OB, og hevur eisini royndir úr Vejle/Kolding.
HB segði í gjár, at arbeiðið at finna nýggjan høvuðsvenjara er í gongd, og kemur uppá pláss "innan heilt stutta tíð", sum orðingin ljóðaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald