Hondbóltur

Hesum kunnu hoyvíkskvinnur møta

Lutakastið um, hvørjum H71 skal møta í EHF Europa Cup-kappingini hjá kvinnum, verður fyrrapartin í morgin klokkan 10. Millum annað kunnu hoyvíkskvinnur møta Ingibjørg Olsen og hinum í ÍBV.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-17 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

H71: Nú annað umfar varð fingið frá hondini um vikuskiftið, eru tilsamans 32 lið eftir í kappingini um at røkka triðja umfari. Liðini eru býtt sundur í tvey, so H71 er saman við 15 øðrum í fyrra potti og skal spæla móti einum liði úr øðrum potti.

Millum annað er møguleiki fyri at møta íslendska ÍBV úr Vestmannaoyggjum, har Ingibjørg Olsen er ein av spælarunum. Eins og H71, spældi ÍBV seg síðsta kappingarár í fjórðingsfinalurnar.

Einasta av liðunum, vit møttu síðsta kappingarár, sum vit kunnu møta aftur nú, er WHC Cair-Skopje úr Norðurmakedonia. HC Galychanka Lviv úr Ukraina, sum vit møttu í fjórðingsfinaluni, er í sama potti sum H71, so har verður ið hvussu er eingin endurtøka í hesum umfarinum.

Dystirnir í triðja umfari verða spældir 3./4. og 10./11. desember, um talan væl at merkja er um at spæla burturi og heima. Um báðir dystirnir verða spældir á heimavøllinum hjá øðrum felagnum, verða teir avgreiddir annað av vikuskiftunum.

Lutakastið verður fyrrapartin í morgin klokkan 10 og kann síggjast á YouTube-rásini hjá europeiska hondbóltssambandinum. Liðini, H71 kann fáa í lutakastinum, eru annars hesi:

roomz JAGS WV (Eysturríki)

ZRK Borac (Bosnia-Herzegovina)

DHC Slavia Praha (Tjekkia)

Club Balonmano Elche (Spania)

Motive.co Gijon (Spania)

Anagennisi Artas (Grikkaland)

ÍBV Vestmannaeyjar (Ísland)

WHC Cair-Skopje (Norðurmakedonia)

H.V. Quintus (Holland)

JuRo Unirek VZV (Holland)

KPR Gminy Kobierzyce (Poland)

ADA de Sao Pedro do Sul (Portugal)

Alavarium Love Tiles (Portugal)

Lugi (Svøríki)

Ankara Yenimahalle BSK (Turkaland)

Antalya Konyaalti BSK (Turkaland)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder