Í gjár var fyrsta UEFA Conference lutakastið nakrantíð. KÍ og NSÍ vóru millum liðini í pottinum, og bæði vóru styrkismett. Har gjørdist greitt, at tað føroysku liðini spæla soleiðis fyrra helmingin av juli:
UEFA Conference League - fyrsta umfar
8. juli
FK RFS (Lettland) - KÍ
NSÍ - FC Honka (Finnland)
15.juli
KÍ - RFS (Klaksvík)
Honka - NSÍ (Svangaskarður)
Í dag var aftur lutakast í Nyon. Hesaferð var tað til 2. umfar í kappingini, ið verður leikt 22. og 29. juli.
Orsakað av góðu úrslitunum hjá KÍ í evropeiskum kappingunum seinastu árini, var liðið eisini styrkismett til hetta umfarið. Um KÍ vinnur á RFS úr Lettlandi, so skal liðið hjá Mikkjal Thomassen fyrst spæla á heimavølli, áðrenn leiðin gongur til Finnlands ella Ungarn. Inter Turku spældi í 2013 móti Víkingi í Europa League, og har vunnu víkingarnir samanlagt 2-1. Puskas Akademia er uppkallað eftir mætasta ungarska leikaranum nakrantíð.
NSÍ skal royna at basa finskari mótsstøðu í 1. umfari. Um tað eydnast, so bíðar ein túrur til Slovenia ella Luksemburg. NSÍ var ikki styrkismett og kundi fingið eitt nakað truplari lutakast enn hetta. Domzale má metast at vera sterkari enn Hesperange úr Luksemburg, ið hevur lítlar royndir í evropeiskum fótbólti.
UEFA Conference League 2. umfar
22. og 29. juli
KÍ/RFA - Inter Turku (Finnland)/Puskas Akademia(Ungarn)
NK Domzale (Slovenia)/FC Swift Hesperange (Luksemburg) - NSÍ/FC Honka Espoo
HB fer helst fyrr ella seinni at koma inn í kappingina - meira um tað um eina løtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald