Teir tríggir føroyskir svimjararnir hava seinastu dagarnar svumu eina ferð hvør til HM í langgeil í Suðurkorea. Signhild Joensen var fyrst, síðani Óli Mortensen, og til seinast Alvi Hjelm.
Úrslitini:
Signhild: 1:04.04 í 100 rygg - føroyska metið hjá henni er 1:03.01
Óli 8:24.02 í 800 frí - besta tíð hjá honum er 8:10.94
Alvi 2:07.91 í 200 blandað - besta tíð hjá honum er 2:07.46
Heimasíðan hjá simvjisambandinum skrivar, at avrikini hava higartil verið OK. Føroysku svimjararnir eru ikki ovurfegin um síni úrslit, men heldur ikki púra ónøgd.
Alvi Hjelm svam í nátt ikki so langt frá sínari bestu tíð.
Í morgin er eingin føroysk luttøka í Gwangju, men í vikuskfitinum hava svimjararnir sínar bestu greinar fyri framman.
Eftir at svimja:
- Frí 26. juli – Signhild Joensen 200 rygg
- Ley 27. juli – Óli Mortensen 1500 frí
- Sun 28. juli – Alvi Hjelm 400 blandað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald