Fýra bólkar - ella vegir - har bara vinnarin kemur víðari til HM-endaspælið. Fyrst verða tvær hálvfinalur spældar hósdagin 26. mars, og fimm dagar seinni vera tær fýra finalurnar.
Soleiðis hongur røkkstøkk-umfarið (play-off) hjá UEFA-londunum saman. Eftir seinasta umfar í bólkunum í HM-undankappingini í vikuni varð greitt, hvørji 16 lond vera í umfarinum, og eftir lutakastið í dag er endaliga greitt, hvussu leiðirnar síggja út:
Bólkur/Leið A:
Hálvfinalur:
Italia - Norðurírland
Wales - Bosnia & Hersegovina
Finala: Wales/Bosnia & Hersegovina - Italia/Norðurírland
Bólkur/Leið B:
Hálvfinalur:
Ukraina - Svøríki
Pólland - Albania
Finala: Ukraina/Svøríki - Pólland/Albania
Leið/Bólkur C:
Hálvfinalur:
Turkaland - Rumenia
Slovakia vs Kosovo
Finala: Slovakia/Kosovo - Turkaland/Rumenia
Leið/Bólkur D:
Hálvfinalur:
Danmark - Norður Makedónia
Kekkia - Írland
Finala: Kekkia/Írland - Danmark/Norður Makedónia
Tvey norðurlendsk lið skulu stríðast um endaspælspláss í mars. Danmark snávaði síðstu landsliðsvikuna við javnleiki heima móti Belarus og tapi í Skotlandi, men ein eyka møguleiki er. Norðurmakedónia á heimavølli eiga danir at vinna á - talan er um lið, sum Føroyar hava spælt tríggjar tættar dystir ímóti og fingið stig ímóti tríggjar ferðir uppá eitt og eitt hálvt ár.
Norðurmakedónia endaði nummar trý í sínum bólki HM-undankappingini men hevur vunnið hetta plássið við 1. plássinum í Nations League-bólkinum hjá Føroyum í 2024. Vinnarin í Parkini 26. mars skal til Kekkia ella Írlands at spæla finalu um HM-pláss.
![]()
Petur Knudsen í 1-1 javnleikinum móti Norðurmakedónia í Nations League 2024. Norðurmakedóna vann bólkin greitt og er tískil í play-off støðu skjótt (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Skotland til sítt fyrsta HM-endaspæl
Svøríki hevði eina vánaliga HM-undankapping - uttan nakran sigur. Men av tí at liðið, eins og Norðurmakedónia, vann sín bólk í Nations League deild C í fjør, so er framvegis ein lívlinja.
Sviar hava nú nýggjan venjara, Graham Potter, og skulu fyrst spæla móti Ukraina á uttanveltaðum vølli. Eydnaðst tað loksins aftur svium at vinna ein kappingardyst, so verður ein avgerandi dystur í Stokkhólmi 31. mars móti Pólland ella Albania.
Noreg hevur spælt seg til sítt fyrsta HM síðani 1998 við einari frálíkari undankapping. Norðmenn settu punktum við tryggum sigri í Italia. Evropameistararnir úr Italia endaðu á 2. plássi, og eru teir snávaðir í play-off umfari til HM tvær ferðir á rað. So er spurningurin, um Italia koppar Norðurírlandi og síðani Wales/Bosnia & Hersegovina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald