Talan gjørdist um eitt minniligt fótbóltskvøld á skotska tjóðarleikvøllinum í Glasgow í gjár. Tað byrjaði longu í 3. minutti, tá Scott McTominay skoraði eitt framúrskarandi saksaspark, ið nærum fekk takið uppfrá á Hampden Park.
Skotar skuldu vinna fyri at tryggja bólkasigurin og HM-plássið, meðan danir høvdu nóg mikið við javnleiki. Danmark setti seg á dystin leikliga, men tað bragdaði ikki fyrrenn eitt brotsspark varð dømt móti Andy Robertson og við VAR stutt eftir steðgin.
Rasmus Højlund skoraði trygt úr ellivu metrum, men danska gleðin fánaði bert fáar minuttir seinni, tá Rasmus Nissen Kristensen púra óneyðugt fekk sítt seinna gula kort.
Í tíggju móti ellivu broyttist dystarmyndin, og í 78. minutti skoraði Skotland til 2-1 eftir hornaspark. Patrick Dorgu og Danmark svaraðu tó skjótt aftur: 2-2 og so sveiggjaði HM-plássið yvir aftur til Danmarkar.
![]()
Patrick Dorgu var nær við at senda Danmark til HM-endaspælið - men heldur ikki í gjár eydnaðist at avgerða (Mynd: EPA)
Hetta skuldi tó gerast kvøldið hjá skotum. Teir hava ikki verið við til eitt HM-endaspæl í 27 ár, men tá danir ikki fingu ruddað burtur í 93. minutti stóð Kieran Tierney til reiðar uttanfyri brotsteign og sveiggjaði vinstra beinið. Celtic-liðfelagin í danska málinum, Kasper Schmeichel, rakk ikki eftir bóltinum, og so var 3-2.
Tað gjørdist eisini 4-2, tá Kenny McLean aftanfyri miðjuna staðfesti HM-plássið hjá Skotlandi - Danmark hevði kastað alt fram, og Schmeichel var langt úti av málinum. Enn eitt serstakt mál, og eitt ið í sín mun minti nakað um tað, sum Róaldur Jacobsen skoraði fyri B36 móti HB í steypahálvfinalu í 2017.
![]()
Venjarin Steve Clarke leiddi Skotland til EM 2024, og nú hevur hann aftur fingið føðilandið til annað endaspælið á rað (Mynd: EPA)
Sum vera man stórur skotskur fagnaður (Mynd: EPA)
39 av 48 HM-plássunum í HM-endaspælinum næsta ár eru nú tikin, og Skotland er sum bólkavinnari eitt av teimum tólv úr Evropa, sum hava tryggjað sær atgongumerki til Norðuramerika.
![]()
Hesi liðini hava pláss í søguliga HM-endaspælinum, sum fyri fyrstu ferð hevur 48 lið
Restin skal vinnast við røkkstøkk-dystum (play-off). Í Evropa skulu 16 lið síðst í mars spæla um fýra pláss.
Danmark er eitt teirra og kann fyrst møta eitt av teimum fýra, sum hevur fingið røkkstøkk-pláss gjøgnum Nations League. Har eru svensku grannarnir, sum annars høvdu eina vánaliga HM-undankapping, millum tey. Kekkia, úr føroyska bólkinum, skulu eisini spæla um tað sum tvey'ari.
Hesi skulu spæla um tey síðstu fýra HM-plássini hjá UEFA:
Italia, Danmark, Ukraina, Turkaland Pólland, Wales, Kekkia, Slovakia Albania, Írland, Bosnia & Hersegovina, Kosova, Norðurírland, Svøríki, Rumenia og Norðurmakedónia
Dystirnir verða spældir síðst í mars, har tað fyrst eru hálvfinalur og síðani finalur. Lutakastið verður í morgin, hósdagin 20. november.
Liðformaðurin Pierre-Emilie Højbjerg biður donsku fjeppararnar um umbering eftir tapið. Ein javnleikur hevði verið nóg mikið - Danmark kundi eisini avgjørt alt á heimavølli móti Belarus leygarkvøldið, men tað endaði 2-2 (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald