Ein sum hevur havt sera týðandi leiklut í føroysku verjuni er Høgni Højsted. Hoyvíkingurin spældi ógvuliga væl fyri steðgin í dag, saman við liðfeløgunum, og vísir á, at 6-0-verjan eydnaðist heilt væl.
- Eftir Iran-dystin avráddu vit at veruliga bara taka okkum um ein dyst í senn og hugsavna okkum um tað, umframt at taka okkum eitt sindur saman, staðfestir Høgni smílandi.
Bakkurin fekk eitt mál í dag og varð spardur ta mesta av 2. hálvleiki.
Video: Egin Tollaksson Kass
Sí eisini:
Enn eitt føroysk HM-fjórðingsfinalupláss
Myndir: Føroyar - Saudiarabia
(Video) Djóni Gaard Joensen: - Hetta kundi ikki verið nógv betri
(Video) Trúgvi Hávardsson: -Hesin dysturin hóskaði væl til mín
----------------------------
Meginumfar - Bólkur IV í Opatija
Í dag Mánadagin, 7. august
Føroyar - Saudiarabia 41-23 (22-11)
Málskjúttar:
Ísak Vedelsbøl 9
Jákup Egholm 8 - Dagsins spælari
Óli Mittún 4 (1)
Trúgvi Hávardsson 4
Óla Jákup Gaard Olsen 4
Rókur Ziskason 3
Sofus í Selvindi Nattestad 3
Tóki Friðriksson 2
Rói Seyer Hjaltason 2
Niklas Gaard 1
Høgni Højsted 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald