2023-09-21 17:30
Í oktober fer føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum undir EM-undankappingina við dystum ímóti grannalondunum Svøríki og Íslandi.
Fyrsti dysturin er á útivølli ímóti Svøríki 12. oktober, og tríggjar dagar seinni taka Føroyar ímóti Íslandi í høllini á Hálsi.
Triðja landið í bólkinum hjá Føroyum er Luksemburg, og dystirnir ímóti Beneluxlandinum verða í februar og mars næsta ár, áðrenn Svøríki og Ísland aftur eru á skránni fyrst í apríl.
Kringvarpið vísir allar EM-undankappingardystirnar hjá hondbóltskvinnunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald