Hondbóltssamband Føroya søkir nú eftir stjóra. Ásannast má, at økta virksemið og góðu úrslitini leypandi økja um krøvini til sambandið, og tí skal stjóri setast.
- Hondbóltssamband Føroya leitar tí eftir einum stjóra, sum hevur leiðsluroyndir, fíggjarligt skil, góð samstarvs- og samskiftisevni og er skipað/-ur í sínum virki. Tað hevur eisini stóran týdning, at stjórin hevur royndir at leggja langtíðarætlanir og at arbeiða samsvarandi hesum, stendur í starvslýsingini.
Í umsitingini hjá Hondbóltssambandi Føroya starvast trý starvsfólk. Harumframt hava fleiri nevndarlimir, venjarar og onnur, sum eru knýtt at limafeløgunum og varða av okkara landsliðum, dagligt samskifti við Hondbóltssambandið.
Umsóknarfreistin er 2. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald