Hondbóltur

Hópurin hjá Hjulmand er nú endaligur

Í gjárkvøldið setti danski landsliðsvenjarin nøvn á teir síðstu fimm, sum skulu vit til Katar í vikuni. Danmark spælir fyrsta HM-dystin týsdagin 22. november móti Tunesia - DBU ynskir at varpa ljós á ymisk viðurskifti í Katar.

Hjulmand bíðaði til í gjár at taka teir síðstu fimm út - hópurin er spennandi (Mynd: Sverri Egholm)

Hjulmand bíðaði til í gjár at taka teir síðstu fimm út - hópurin er spennandi (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-14 09:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark hevði eitt gott EM-endaspæl í fjør, har Ongland í longdari leiktíð í hálvfinaluni á Wembley gjørdist endastøðin, og tað verður mett, at liðið hjá Kasper Hjulmand møguliga kann bjóða av, har sum tað er heilt spenanndi í HM. 

Fyri viku síðani kunngjørdi landsliðsvenjarin á stórum tiltaki og í beinleiðis sjónvarpi 21 av teimum 26 leikarunum, sum skulu við. Avgjørt varð at bíða við fimm plássum, tí óvissa var um ymiskt viðvíkjandi skaðastøðum og øðrum. 

Í dag er síðsta freist hjá landsliðsvenjarunum at lata endaliga 26-mans listan inn, og í gjárkvøldið kunngjørdi Kasper Hjulmand, at Frederik Rønnow, Alexander Bah, Christian Nørgaard, Robert Skov og Yussuf Poulsen eisini sleppa við flogfarinum seinni í vikuni.

Talan er um eina trupla avgerð, sigur Hjulmand, men talan er eisini um spennandi danskan hóp. Simon Kjær er komin fyri seg eftir skaða, leikarar sum Pierre-Emilie Højbjerg. Mathias Jensen og Andreas Skov Olsen eru í stórformi, og so er Christian Eriksen aftur. Hann small um í fyrsta dystinum hjá Danmark í EM-endaspælinum, men nú kann royndi miðvallarin, eins og so nógvir av hinum, gera mun.

[object Object]
Christian Eriksen hevur spælt á landsliðnum aftur í ár - í gjár skoraði hann sítt fyrsta Premier League-mál fyri Manchester United (Mynd: EPA)

Hópurin: 

Málverjar: Kasper Schmeichel (Nice), Oliver Christensen (Hertha Berlin), Frederik Rønnow (Union Berlin).

Verjuleikarar: Simon Kjær (AC Milan), Andreas Christensen (FC Barcelona), Joakim Mæhle (Atalanta), Rasmus Nissen Kristensen (Leeds United), Daniel Wass (Brøndby), Jens Stryger Larsen (Trabzonspor), Joachim Andersen (Crystal Palace), Victor Nelsson (Galatasaray), Alexander Bah (Benfica).

Miðvallarar: Thomas Delaney (Sevilla), Pierre-Emilie Højbjerg (Tottenham), Christian Eriksen (Manchester United), Mathias Jensen (Brentford), Christian Nørgaard (Brentford), 

Áleyparar: Kasper Dolberg (Sevilla), Andreas Cornelius (FC København), Andreas Skov Olsen (Club Brugge), Mikkel Damsgaard (Brentford), Martin Braithwaite (Espanyol), Jesper Lindstrøm (Frankfurt), Robert Skov (Hoffenheim), Jonas Wind (Wolfsburg), Yussuf Poulsen (RB Leipzig).

Danmark spælir fyrsta HM-dystin týsdagin 22. november móti Tunesia. Hini liðini í bólki D eru Avstralia og heimsmeistararnir Frakland, ið Danmark vann tvær ferðir á í Nations League fyrr í ár - hesi liðini bresta saman 26. november.

Á úttøkutiltakinum varð annars gjørt greitt, at DBU, landsliðsvenjarin og hópurin ikki eru heilt álvuligur við, at HM er í Katar, og at tað verða gjørd átøk og gjørdar útsagnir ímóti vertstjóðini og brotunum á mannarættindini - tó kom eitt boykott ongantíð uppá tal, staðfestir DBU.

FIFA hevur noktað dønum at havt "Human Rights for All" fyri  á venjingarklæðum sínum. Hetta hevur danska fótbóltssambandið víst ónøgd við; tó kom eitt boykott ongantíð uppá tal, staðfestir DBU.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder