Í gjár gjørdist greitt hvørjum Føroyar skulu møta í UEFA Nations League í heyst, og nær dystirnir skulu spælast.
Sí meira her:
Til Andorra, Malta og Lettland
Byrja heima móti Malta - enda á Malta
Tað verður annars á útivølli ímóti Danmark, at nýggi føroyski landsliðsvenjarin og hansara menn leggja frá landi í hesum landsliðsárinum. Fríggjadagin 27. mars spæla Danmark og Føroyar venjingardyst á MCH Arena í Herning.
FSF boðar frá, at Fótbóltssamband Føroya hevur fingið tillutað 500 atgongumerki til føroyskar áskoðarar til dystin móti dønum, og í løtuni eru eini 200 atgongumerki eftir. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Tríggjar dagar eftir dystin móti Danmark, mánadagin 30. mars, spæla Føroyar venjingardyst á útivølli ímóti Andorra. Væntandi verða tveir venjingardystir eisini spældir í juni mánað. Ísland og Føroyar hittast fyri fyrstu ferð í næstan sjey ár. Tað verður á Laugardalsvøllinum í Reykjavík tann 3. juni. Ætlanin er, at ein seinni dystur skal spælast í juni, men tað er ikki endaliga komið upp á pláss enn.
– Tað er av stórum týdningi, at vit eru væl fyrireikaðir til dystirnar Nations League, og tí skulu venjingardystirnir skulu tí takast í størsta álvara.
Hetta sigur Håkan Ericson við heimasíðuna hjá FSF um komandi dystirnar. Um lutakastið segði hann millum annað hetta:
- Fyrst og fremst var ynski at koma í bólk við fýra londum. Vit hava møtt hesum londunum seinastu árini, og tá var talan um nakrar javnar dystir. Vit kundu eisini ynskt okkum ein lættari bólk, men langsigtað er ein sterkur bólkur betri fyri menningina av okkara spælarum.
Les hvat Håkan Ericson hevði at siga við okkum um lutakastið her
FSF kunngjørdi í gjár, at tað verður 17. mars, at nýggi svenski venjarin fer at kunngerða hópin, ið skal møta Danmark og Andorra. seinast í mánaðinum. Tá eru tvey umfør farin í Betrideildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald