Hondbóltur

Hoyvíkingar fara eftir fjórða steypagullinum á rað

H71 hevur vunnið trý ár á rað og hevur verið í seks útav teimum seinastu sjey finalunum. H71 og KÍF hava ongantíð spælt steypafinalu áður.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-02-23 21:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í árunum 2004-2007 sat StÍF á steypatrónuni, og eftir at teir av vestara armi av Skálafjørðinum mistu takið, tók Neistin yvir og vann eisini fýra ferðir á rað. 

Leygarkvøldið hava hoyvíkingar møguleika at gerast fjórða mansliðið, sum vinnur steypakappingina fjórða árið á rað. H71 hevur sitið á føroyskum manshondbólti seinastu sjey árini, og skal leygardagin spæla í finalu nummar sjey síðani 2016. H71 hevur vunnið fmm av hesum.

Seinastu sjey finalurnar
2022 H71 – Neistin 28-12
2021 H71 – Neistin 26-25
2020 H71 – Kyndil 23-19
2019 Neistin – Kyndil 23-22
2018 H71 – Kyndil 17-24
2017 H71 – StÍF 28-25
2016 H71 – Neistin 28-22

KÍF var sterkast beint tá 2010'byrjaðu, og var tá í steypafinaluni trý ár útav fýra. Tað eydnaðist at vinna í 2013, tá kollfirðingar bastu StÍF við níggju málum. Hetta var eisini munurin í seinnu hálvfinaluni í Kollafirði í vikuskiftinum, og nú er KÍF í sínari fimtu steypafinalu í søguni og skal royna at vinna steypagull nummar tvey.

Kollfirðingar eru tvey stig frammanfyri H71, sum hevur eitt øðrvísi lið enn í fjør, í landskappingini. Liðini hava vunnið hvør innanhýsis dyst í Burndeildini - heimadystin - og lagt er upp til eina spennandi finalu leygarkvøldið.

Bríkslað verður í gongd klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder