Hondbóltur

Í gongd við gerandisdagin aftur í Danmark

Allar tær sjey føroysku í fremstu donsku røð spæla í kvøld, nú kappingin byrjar aftur eftir EM-steðgin. Nakrar bresta saman í Aalborg.

Jana Mittún hevur lagt upp til triðflest mál higartil í danska kappingarárinum - 38 í níggju dystum. 21-ára gamla hoyvíkskvinnan hevði eisini flest upplegg av øllum í EM-bólkaspælinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún hevur lagt upp til triðflest mál higartil í danska kappingarárinum - 38 í níggju dystum. 21-ára gamla hoyvíkskvinnan hevði eisini flest upplegg av øllum í EM-bólkaspælinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-02 14:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er beint undir ein mánaði síðani, at føroyska EM-luttøkan kom at enda. Síðani hava útisetarnir havt eitt sindur av frí men eisini fyrireika seg til, at kappingin í Danmark byrjar aftur.

Kvindeligaen byrjar longu aftur í kvøld, tá 10. umfar er á skránni. Tær sjey føroysku skulu í gongd aftur.

Bæði Rakul Wardum og Maria Pálsdóttir Nólsoy - síðstnevnda nú uttan landsliðsvenjaran Claus Mogensen í Horsens - hava týðandi botndystir á útivølli.

Súna Krossteig Hansen og Skanderborg hava ógvuliga trupla uppgávu í Ikast. Dysturin hjá Janu Mittún og Viborg móti NFH, ið helst verður tættur, verður vístur beinleiðis á TV2 Sport og TV2 Play.

Í Aalborg spæla tríggjar á føroyska landsliðnum í sama dysti: Annika Fríðheim Petersen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen taka ímóti sínum landsliðsliðsliðskipara, Pernille Brandenborg.

[object Object]'

[object Object]Lív Sveinnbjørnsdóttir Poulsen (EH Aalborg) og Súna Krossteig Hansen (Skanderborg) hvør sínumegin aftanfyri Turið Arge Samuelsen - hetta beint eftir javnleikin móti Kroatia (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Pernille Brandenborg hevði eitt frálíkt EM-endaspæl. Hon er tann av føroysku spælarunu í Danmark, ið liggur best fyri við sínum liði (Mynd: Sverri Egholm)

Sjey á føroyska landsliðnum spæla í fremstu røð í Danmark - allar skulu í eldin í kvøld, 2. januar:

17.30: Ikast - Skanderborg (Súna Krossteig Hansen)


18.00: 
Bjerringbro - Horsens (Maria Pálsdóttir Nólsoy)

18.00: EH Aalborg (Annika Fríðheim Petersen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen) -København (Pernille Brandenborg)

18.00: Aarhus - Ringkøbing (Rakul Wardum)


19.00: Viborg (Jana Mittún) - NFH (TV2 Sport/TV2 Play)

Støðan í Kvindeligaen sæst HER

[object Object]Annika Fríðheim Petersen, ið hevði høgt bjargingarprosent í EM-bólkaspælinum, skal aftur í eldin fyri uppflytararnir úr Aalborg (Mynd: Sverri Egholm)

17 umfør skulu spælast fram til landsliðssteðgin fyrst í apríl. Eftir tann steðgin, tá Føroyar skulu spæla um HM-pláss, verður endaspæl. Topp-8 fer fyri seg, meðan hini seks skulu spæla um at sleppa undan niðurflyting. Eitt lið fer beinleiðis niður í næstbestu deildina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder