Um vikuskiftið skipar Tórshavn Boksing fyri einum serligum venjingartiltaki.
Tríggir royndir boksivenjarar koma úr Danmark til Føroyar fyri at leggja teimum fýra føroysku nevaleikarunum lag á, sum komandi viku skulu til Danmarkar at boksa DM fyri byrjarar.
Venjingin fer fram í hølunum hjá Tórshavn Boksing á Hjalla, og leygardagin millum klokkan 14 og 17 verður sokallað “open gym” har møguleiki er hjá øllum at koma innar og síggja hvussu vant verður.
Hetta tiltakið er ein liður í tiltakinum hjá Tórshavn Boksing, kallað “heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn”.
Teir fýra føroysku boksararnir, sum skulu við til DM fyri byrjarar eru hesir:
Jonathan Malaikev. Boksar í 60 kilo flokkinum, elite, hevur boksað seks dystir
David Kunoy. U19 í 67 kilo flokkinum, hevur boksað tríggjar dystir.
Teitur Annand. U19 í 57 kilo flokkinum, hevur boksað tveir dystir.
Magni Vang, U19 í 75 kilo flokkinum, skal boksa sín fyrsta dyst.
Teir tríggir útlendsku venjararnir eru:
Lars Gierringe, venjari í Bokseteam Helsinge. Hevur 38 ára royndir við venjing av bæði eliteboksarum og professionellum.
Stuart Watson úr Bretlandi, er venjari í Rødovre Bokseklub. Royndur venjari við langari amatørkarrieru í Onglandi.
Morten Meng, venjari í Sydhavsøernes Bokseklub, umframt at vera venjari hjá professionella boksaranum, Oliver Meng, junior heimsmeistari hjá bæði IBF og WBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald