Annað

IOC-forsetin: Vísur í at tað ber til at hava áskoðarar komandi ár

Vónirnar eru framvegis góðar um, at tað fer at bera til at skipa fyri OL í Tokyo komandi ár, og Thomas Bach, forseti í IOC, sigur, at tey fara stríðast hart fyri, at áskoðarar verða koppsettir móti covid-19 áðrenn OL.

Thomas Bach, forseti í Altjóða Olympisku Nevndini, IOC (Mynd: EPA)

Thomas Bach, forseti í Altjóða Olympisku Nevndini, IOC (Mynd: EPA)

2020-11-16 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Thomas Bach, forseti í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC), er vísur í, at tað fer at bera til at hava áskoðarar á staðnum, tá OL verður í Tokyo komandi ár.

Tað sigur hann, eftir hann í dag hevur verið á fundi við Yoshihide Suga, forsætisráðharra í Japan.

IOC forsetin verður í Japan komandi tveir dagarnar, har hann skal hitta fyriskiparar av olympisku leikunum. Tiltøk móti covid-19 skulu m.a. annað umrøðast.

Á fundinum í dag váttaði forsætisráðharrin, at Japan framvegis ætlar at hava OL komandi ár. Upprunaliga skuldi OL verið í summar í ár, men orsakað av covid-19 varð hetta útsett til komandi summar.

Thomas Bach sigur, sambært Ritzau, at japansku fyrireikararnir saman við IOC fara at tryggja, at tiltakið verður trygt hjá øllum luttakarum. Eisini eru tey rættiliga vís í, at til ber at hava áskoðarar, sigur hann.

Thomas Bach leggur afturat, at IOC fer at stríðast fyri at tryggja, at allir áskoðarar verða koppsettir, áðrenn teir koma til Japan.

Tíðindini um, at fyritøkur sum Pfizer næstan eru klárar við einum koppingarevni móti covid-19, hevur styrkt vónirnar um, at tað fer at bera til at skipa fyri OL komandi ár.

Kortini eru deildar meiningar millum japanska fólkið um, hvørt mann eigur at skipa fyri OL komandi ár sum ætlað.

Sambært einari meiningakanning í juli, helt meginparturin av teimum spurdu, at OL eigur at verða avlýst ella útsett enn einaferð. Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder