Annað

IOC: Yvir 80 prosent eru koppsett tá tey koma til OL

Meginparturin av teimum, sum luttaka í OL í summar eru longu koppsett ella hava tryggjað sær koppseting í góðari tíð, sigur stjórin í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC).

Thomas Bach, stjóri í IOC (Mynd: EPA)

Thomas Bach, stjóri í IOC (Mynd: EPA)

2021-05-19 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi tríggir fjórðingar av ítróttarfólkunum, venjarunum og sendifólkunum, sum koma til Tokyo í sambandi við OL í summar, verða koppsettir fyri koronu, sigur Thomas Bach, forseti í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC).

– Longu nú eru 75 prosent av komandi íbúgvunum í olumpiska býnum antin koppsett ella hava tryggjað sær koppseting í góðari tíð áðrenn OL. Men okkara arbeiði steðgar ikki har. Vit hava goðar grundir til at halda, at talið fer at koma uppum 80 prosent, sigur hann.

Eisini sigur forsetin, at IOC er til reiðar at senda eyka heilsustarvsfólk til Tokyo undir OL. Uppgávan hjá teimum verður at stuðla heilsufakliga arbeiðið fyri at gjøgnumføra OL og halda strongu koronutiltøkini í olympiska býnum og á øðrum støðum, har OL fer at ganga fyri seg.

Hóast hetta er meginparturin av japanska fólkinum framvegis ímóti at skipa fyri OL sum ætlað. Ein kanning hjá japanska miðlinum Asahi Shimbun hevur m.a. víst, at 83 prosent av fólkinum er ímóti at hava OL í summar.

Týsdagin segði eitt felag, ið umboðar 6.000 læknar í japanska høvuðsstaðnum, at felagið ynskir at fáa japansku stjórnina at steðga ætlanini um OL í summar.

Les eisini: Kanning: 83 prosent av japanarum ynskja ikki OL í summar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder