Hondbóltur

Ísak fer eisini til Sävehof

Einasti spælarin í føroyska EM-hópinum, sum ikki spælir uttanlands í løtuni, hevur gjørt sáttmála við svenska oddaliðið. 19-ára gamli strikspælarin skiftir í summar.

Ísak Vedelsbøl til landsliðsvenjing. Nú er hann í Týsklandi - frá í summar skal hann spæla fast í svenskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)

Ísak Vedelsbøl til landsliðsvenjing. Nú er hann í Týsklandi - frá í summar skal hann spæla fast í svenskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-09 14:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Triði føroyingurin kemur til Sävehof

Soleiðis skrivar IK Sävehof við stoltleika seinnapartin. Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi trý kappingarár í felagnum, Óli Mittún er í løtuni í gongd við sítt triðja ár, og í summar flytir enn ein føroyskur landsliðsspælari til Göteborg. 

Ísak Vedelsbøl valdi síðsta summar at skifta úr Neistanum til H71, meðan hann tekur síðsta árið av student á Glasi. Næsta nátúrliga skifti hjá sterka strikuspælaranum er út um landoddarnar, og nú er endaliga greitt, at Ísak fer at taka tað eftir verandi kappingarár.

Sum svenskir miðlar høvdu gitt, so gongur leiðin til svenska oddaliðið IK Sävehof. Har skal hann spæla saman við Óla eisini - um ikki 18-ára gamli bakspælarin fer víðari í summar.

[object Object]
Óli Mittún er ein profilur í felagnum, sum hevur heimstað í Partille-økinum í næststørsta svenska býnum. Skjótt fær hann nýggjan ungan føroyskan liðfelaga (Mynd: IK Sävehof)

- Eg gleði meg at fara í gul-svørtu blusuna. Eg havi hoyrt nógv gott um felagið og síggi fram til at menna meg meira í Sävehof, sigur Ísak Vedelsbøl við síðuna hjá felagnum.

Jonathan Stenbäcken, ítóttarstjóri, fegnast sum vera man:

- Vit fingu Elias Ellefsen á Skipagötu og Óla Mittún, og nú er tað eydnast okku mat fáa enn ein spælara úr Føroyum. Ísak er stórur og kraftmikil - er 1,96 metrar høgur. Okkara vónir eru, at Ísak mennist nógv komandi árini. Á strikuplássinum hava vit fleiri ungar spælarar, sum koma at venja saman við Ísak og kappast við hann um plássið.

Ísak Vedelsbøl fór í morgun til Týsklands sum partur av EM-hópinum. 

Sí eisini: Kósin sett móti Berlin


--



Spælari: Óli Mittún

Tónleikur: Benjamin Rajani ("Á Sigursferð")

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder