HM-endaspælið í manshondbólti fór av bakkastokki í gjár, tá Frakland vann 26-24 í upplatingardystinum. Men í dag var veruliga farið í gongd, og millum annað Ísland og Svøríki vóru í dysti.
Tað var spenningur fyri allar pengarnar í dystinul millum Ísland og Portugal. Støðan í hálvleikinum var 15-15 og til allar síðst helt spenningurin sær.
Íslendingar endaðu við at vinna 30-26. Hini liðini í bólkinum umframt Portugal eru Ungarn og Suðurkorea.
Svøríki vann sín dyst móti Brasil trygt 26-18. Hálvleiksstøðan var 11-9 til sviar.
Hini londini í bólkinum eru Grønhøvdaoyggjar, Uruguay umframt Brasil.
Í morgin spæla Danmark og Noreg móti ávikavist Belgia og Norðurmakedonia.
HM kappingin í hondbólti verðir leikt í Póllandi og Svøríki.
(Kelda: Flashscore.dk)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald