Onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Kend orð søgd av einum kendum manni. Eisini í triathlon er tað so. Føroya Triathlonfelag skipaði leygardagin fyri FM í Triathlon. Hesa ferð í sprint.
Sprint teinurin er samansettur av 750 metra svimjing, 20 kilometra súkkling og fimm kilometra renning.
Svomið var í svimjihylinum í Gundadali. Súkklað var millum rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu, rundkoyringina við Skansan og rundkoyringina við Føroya Tele. Ein teinur á góðar 10 kilometrar. Teinurin skuldi tí súkklast tvær ferðir.
Runnið var frá Svimjihøllini, eftir Ringvegnum, og Yviri við Strond. Vent bleiv við løgreglustøðina, og so gekk leiðin sama veg aftur niðan til svimjihøllina, har málið var.
Tveir favorittar
Ein kann siga at favoritturin vann. Ella annar av favorittunum. Báðir hava staðið seg gott í ár, og báðir hava teir ment seg nógv seinastu árini. Magni Hansen og Jákup Petur Eliassen.
Báðir eru góðir rennarar. Báðir eru góðir súkklarar, men í hylinum hevur Magni munin. Magni hevur vunnið rennikappingar og Jákup Petur hevur vunnið súkklukappingar.
Munurin øktist í súkklingini
Spenningur var í luftini, og spenningur var til síðsta sekund. Bergtór Thorsteinsson var fyrstur úr hylinum, so kom Magni og so kom Jákup Petur sum triði maður úr hylinum.
Jákup Petur hevur lagt nógva orku í súkkluvenjingina í ár. Hetta hevði við sær, at hann longu við Boðanesheimið fór fram um Magna og Bergtór.
Jákup Petur visti, at skuldi hann gerast FM vinnari, so skuldi hann vinna tíð í súkklingini. Tað gjørdi hann eisini. Hann økti og tá súkklan bleiv parkerað við svimjihøllina og hann skifti til renniskjógvarnar, hevði hann 50 sekund aftur til Magna Hansen.
Men 50 sekund er ikki nógv, og tá Magni er ein eminentur rennari, so er 50 sekund absolut ikki nógv. Og tá so skiftið hjá Jákup Peturi gekk eitt sindur verri enn tað plagar, so minkaði munurin millum nummar eitt og tvey aftur nakað.
Nú skuldu fimm kilometrar leggjast afturum. Jákup Petur rann tað hann var mentur. Tað gjørdi Magni eisini. Magni hevði munin, og tað styttist millum teir.
Harðasta strekkið á teininum var frá tyrlupallinum og niðan til Hoyvíksvegin. Mótbrekka og leygardagin var eisini mótvindur á júst hesum strekki.
- Eg væntaði allatíðina at Magni fór at fara fram um meg, men hann hevði nokk eisini súkklað harðari enn hann hevði ætlað. Tá eg vendi við politistøðina sá eg, at Magni var umleið 25 sekund aftanfyri, segði Jákup Petur Eliassen eftir kappingina.
Men nú var mótvindur til tyrlupallin, og síðani mótvindur og mótbrekka frá tyrlupallinum til svimjihøllina. Báðir runnu sum um tað galt lívið. Magni hevði framvegis munin, og munurin minkaði enn meira.
- Málstrikan hjá mær var har brekkan við tyrlupallin byrjaði. Rann alt eg átti átti har til. Hugsaði, at um Magni ikki var farin framum tá, so fekk eg kanska eyka kreftir av tí. Tað gjørdi eg, segði smílandi FM vinnarin eftir kappingina.
Soleiðis bleiv tað. Jákup Petur vann við 20 sekundum á Magna Hansen, og tryggjaði sær við sigrinum sítt næsta FM heiti í triathlon í ár. Í summar gjørdist Jákup Petur FM vinnari í ½ Ironman.
Góð luttøka og góð úrslit
Millum nógvu luttakararnar í kappingini leygardagin var danin Peter Jensen. Hann hevur áður kappast í triathlon og hevur eisini gjøgnumført ein Ironman. Tveir. Dag um dag faktiskt.
Peter kom á mál sum nummar fýra, men hevði hann havt eina eina triathlonsúkklu, ella havt ein sokallaðan TRI-boyla á súkkluni, so hevði úrslitið heilt vist verið enn betur. Men hóast tað, so var úrslitið gott, og hann kundi eftir kappingina gleðast um, at hann var skjótastur í renningini.
Eisini Andrass Joensen vann sær eina flotta tíð. Og eitt triðjapláss.
Meðan Jákup Petur brúkti 1 tíma 8 minuttir og 8 sekund, so brúkti Andrass 1 tíma 12 minuttir og 2 sekund um teinin, tvs. smáar fýra minuttir eftir vinnaran.
Sum sagt so var spenningur til síðsta sekund, og Magni kom á mál bert 20 sekund eftir vinnaran: 1 tíma 8 minuttir og 29 sekund um teinin.
Millum luttakararnar var eisini Rigmor N. Joensen. Rigmor telist millum okkara bestu rennarar hjá kvinnum, men hon hevur fyrr luttikið í triathlonkappingum. Leygardagin var hon við aftur sum einasta kvinnan. Rigmor gjøgnumførdi teinin uppá 1 tíma 34 minuttir og 20 sekund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald