
Tveir dystir í 22. av 26 umførum í grundspælinum í fremstu donsku kvinnudeildini vórðu spældir í gjárkvøldið. Lið hjá føroyskum landliðsspælarum vóru í eldinum.
Úrslitini - Rakul Wardum spældir fyri Ringkøbing og Jana Mittún fyri Viborg (Skíggjamynd: roynsi.fo)
Rakul Wardum var bert á vøllinum til eitt skot: Eitt brotskast sum havnarkvinnan ikki fekk fatur á. Annars stóð roynda Stefanie Andersen heilt væl fyri Ringkøbing, og hetta var við at venda tí í 2. hálvleiki.
Silkeborg-Voel var á odda 14-11 í steðginum, men komin inn í seinna helming av 2. hálvleiki hevði Ringkøbing tikið yvir. Við fýra-máls sigurinum kom liðið hjá landsliðsmálverjanum upp á 10. pláss - tvey stig frá ovara endaspælinum. Júst Silkeborg-Voel er á hesum "gandakenda" 8. plássinum í løtuni. Tað tryggjar í minsta lagi enn eitt ár í Kvindeligaen.
Sí stigatalvuna her
Rakul Wardum hevði leiklutin at stuðla frá bonkinum í gjárkvøldið, tá Ringkøbing vann týðandi stig í Silkeborg (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Jana: - Havi fingið størri álit í Viborg
Jana Mittún spældi so at siga allan dystin, tá Viborg tók ímóti suverena oddaliðnum. Odense hevði vunnið allar 21 dystirnar frammanundan honum í gjár, og í gjár kom nummar 22 í hús í Viborg.
Heimaliðið royndi annars at bjóða av við ágangandi spæli. Í 1. hálvleiki eydnaðist tó ikki nógv væl at hava nakað tamarhald á Helenu Elver, umframt Maaren Aardahl á strikuni, og Odense var á odda 20-16 í steðginum.
Tær í grønum stríddu seg tó aftur og javnaðu til 25-25, tá eitt korter var eftir. Løtuna áðrenn tað hevði Louise Bak Jensen í málinum fleiri stórbjargingar, og Jana Mittún tók ábyrgd; millum annað við tveimum málum har 21-ára gamla hoyvíkskvinnan fór sjálv ígjøgnum við ferð.
Jana Mittún hevur fingið stóran leiklut í Viborg, liðnum á 4. plássi, í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Sum heild spældi Jana ein heilt góðan dyst móti Odense. Føroyski landsliðsspælarin hevði nøkur gjøgnumbrot, har hon bara basti eina ella tvær hjá Odense, áðrenn nummar 77 sannførandi smekkaði bóltin framvið sterkum landsliðsmálverjum.
Samanlagt skoraði Jana Mittún 6 mál, og harvið gjørdist hoyvíkskvinnan javnsettur toppskjútti hjá Viborg. Hon brendi eitt skot; tá Jana varð send avstað í kontraálop, men norska legendan Katrine Lunde stórbjargaði.
Føroyingurin hevði eisini trý upplegg, harav tvey vóru ógvuliga snild. Tó vóru tvey mistøk hjá Jana Mittún við at skapa frástøðu aftur; ein feilalvering og ein álopsfeilur í løtunum, tá Odense fór frá aftur.
Sì eisini: (Video): Jana: Havi fingið størri álit í Viborg
Hetta snúði seg tó eisini um taktiskar avgerðir: Av einari ella aðrari orsøk fór Viborg til 7 móti 6 spæl meðan tað annars koyrdi væl í álopinum við serliga Janu og Christinu Petersen, og málverjin bjargaði í hinum endanum. Rútman fór, Odense fekk nøkur mál, har skjótast kundi í tómt mál, og so fór útiliðið frá. Tað endaði 32-35.
Viborg vísti í løtum væl fram móti besta liðnum í deildini, og týskvøldið skulu Jana og tær spæla ógvuliga týðandi dyst um 4. plássið móti Nykøbing Falster.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald