Annað

Japan: 72 prosent ynskja ikki OL í summar

Sambært kanning hjá japansku tíðindastovuni Kyoto, ynskja bert 24 prosent av fólkinum, at OL skal verða í summar sum ætlað.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-04-12 18:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir ætlan skulu olympisku leikirnir í japanska høvuðsstðanum Tokyo fara av bakkastokki 23. juli, men stendur tað til meirilutan av japanska fólkinum, so verður hetta av ongum.

Í spurnakanning, sum japanska tíðindastovan Kyodo hevur gjørt, svaraðu 72 prosent av teimum spurdu, at tey ikki ynskja, at OL skal vera í summar sum ætlað.

39,2 prosent svaraðu, at leikirnir áttu at verið avlýstir, meðan 32,8 prosent søgdu, at teir áttu at verið útsettir enn einaferð.

24 prosent av teimum spurdu søgdu seg taka undir við at skipa fyri OL í summar.

Upprunaliga skuldi OL í Tokyo vera á sumri í fjør, men leikirnir vórðu útsettir í eitt ár orsakað av koronafarsóttini. Nú er ætlanin, at OL skal vera í døgunum 23. juli til 8. august.

Sambært Ritzau hevur Japan seinastu tíðina sæð eina øking í talinum á nýggjum smittutilburðum. Í farnu viku boðaðu myndugleikarnir í býnum Osaka m.a. frá, at olympiski eldurin ikki slapp ígjøgnum býin orsakað av smittuvandanum.

Japan hevur skrásett beint omanfyri 500.000 smittutilburðir og 9.000 andlát í sambandi við koronu. Í mars avgjørdu fyriskiparar, at útlendskir áskoðarar ikki sleppa til landið at hyggja eftir OL. Hetta var fyri at forða útlendingum í at innflyta nýggj frábrigdi av virusinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder