Seinni U18-dysturin millum Føroyar og Ísland endaði við javnleiki 29-29, eftir hálvleiksstøðuna 14-14.
Tað vóru annars Føroyar, sum vóru omaná fyrstu 40 minuttirnar av dystinum við einum til tveimum málum. Tað einu løtuna í seinna hálvleiki vóru heldur nógvir kjansir brendir og var tað nú Ísland, sum tók yvir og var omaná seinasta 20 minuttirnar við 2-3 málum.
Okkara hálaðu tó inn seinastu løtuna og javnaði Óli Mittún í allarseinasta sekundi til 29-29, skrivar Hondbóltssambandið um dystin.
Nógvir áskoðarar vóru til dystin í Hoyvíkshøllini í dag, sum so at siga var full.
Hetta var seinni dysturin móti íslendska U18 landsliðnum, sum liður í fyrieikingunum til EM sum byrjar 4. august. Fyrra dystin vunnu Føropyar 39-34 í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald