Tað leikar javnt á í spennandi undankappingardystinum í hondbólti, sum verður spældur í høllini á Hálsi í kvøld.
Hóast Eysturríki verður mett at vera sterkasta mótstøðan í hesi undankappingini, so hava ungu føroysku leikararnir givið vælvaksnu eysturríkarunum skarpan gang.
Føroyar byrjaðu heilt væl, og løgdu seg fram um 5-3 í fyrstu fasuni av dystinum, eitt nú við stórspæli av Tróndi Mikkelsen.
Um miðjan hálvleik, fekk Eysturríki tamarhald á mótstøðuni, og megnaði at javna eftir umleið 12 minuttir, og síðan leggja seg framum, tó ongantíð við fleiri enn trimum málum.
Um miðjan hálvleik varð ungi Óli Mittún sendur á vøllin, og hetta gav føroyska spælinum størri møguleikar aftur, og tað eydnaðist at javna til støðuna 12-12.
Seinastu tíggju minuttirnir av fyrra hálvleiki hevur spælið verið púra javnt, og tá norsku dómararnir blástu til hálvleik, høvdu liðini skorað 14 mál í part.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald