Fótbóltur

Jóhan Hendrik Ellefsen og føroyskt toymi skulu stýra evropeiskum dysti í Estlandi

Dómarakvartett úr Føroyum til Levadia - Iberia í Tallinn mikukvøldið. Vinnarin av hesum Conference League-dystinum kann enda við at møta Víkingi.

37-ára gamli vágamaðurin hevur verið FIFA-dómari í tvey og eitt hálvt ár (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

37-ára gamli vágamaðurin hevur verið FIFA-dómari í tvey og eitt hálvt ár (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-18 19:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku leiddi ein føroysk dómarakvartett ein Conference League dyst.

Hetta var í Norðurírlandi - í næstu viku skal ein kvartett úr Føroyum døma ein dyst í Conference League, sum verður spældur í Estlandi.

Tveir av somu dómarunum fara á flog aftur: Hjálpardómarin Dan Højgaard og Heini Ziskason Viðoy. Heini var "maðurin í miðjuni"  í Norðurírlandi - í næstu viku verður hann á síðjulinjuni sum 4. dómari.

Tað verður hin føroyski altjóða "høvuðsdómarin", sum skal passa floytuna í Tallinn. 37-ára gamli vágamaðurin hevur verið FIFA-dómari í tvey og eitt hálvt ár.

Annar hjálpardómarin til dystin millum Levadia Tallinn og Iberia 1999 úr Georgia verður Jørleif Djurhuus.

Føroyska dómarakvartettin í Tallinn mikukvøldið 23. juli
Domari: Johan Hendrik
Hjálpardómarar: Dan Højgaard og Jógvan Breckmann
4. Dómari: Heini Ziskason Viðoy

Talan er um 2. umfar í kappingini, sum KÍ og HB eisini eru við í.

Tað kann verða, at vinnarin av hesari uppgerðini skal spæla móti Víkingi í 3. umfari í Conference League. Føroyameistararnir koma yvir frá Champions League eftir 2. umfar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder