Hondbóltur

Jónas heldur fram í Stavanger

Spælskiparin úr Hoyvík stórtrívist í norska býnum og felagnum, og hann er ein sera umráðandi partur av spælinum hjá uppflytarunum. Jónas Djurhuus hevur skrivað undir nýggjan eitt-ára sáttmála við Viking.

Jónas hevur seinastu árini gjørt vart við seg á landsliðnum og í norskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)

Jónas hevur seinastu árini gjørt vart við seg á landsliðnum og í norskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-02 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2018/19 spældi Jónas Gunnarsson Djurhuus við Viking Stavanger, sum tá var í næstbestu norsku deildini. Í felagnum vóru tey sera glað fyri føroyska spælskiparan, men hann flutti eftir kappingarárið til Keypmannahavnar fyri at spæla við FIF og fyri at vera saman við unnustuni, ið var við barn.

Á sumri í fjør flutti lítla familjan til Noregs, har Jónas síðani hevur umboðað Viking, ið nú er í bestu deildini. Teir tríggir føroyingarnir í felagnum hava tó ikki verið á vøllinum fyri Viking seinastu tíðina, orsakað av koronureglugerðunum í Noreg, men nú er greitt, at Jónas - eins og Helgi Hildarson Hoydal - skal spæla fyri Viking Stavangar næsta kappingarár.

Les eisini: Helgi Hoydal verður víkingur í minst eitt ár afturat

Hesum boðar felagið frá á heimasíðu sínari í dag, langafríggjadag. Og tað er týðiligt, at fyri Viking Stavenger merkir tað nógv, at enn ein av føroysku landsliðsleikarunum hevur longt sáttmálan. 

- Vit eru sera glað fyri, at Jónas Gunnarsson hevur skrivað undir ein nýggjan sáttmála og harvið verður Víkingaleikara eisini næsta ár. At hava ein annan lyklaleikara uppá pláss, áðrenn vit vita, hvussu hetta kappingarárið endar er sera umráðandi, tá liðið til næsta ár skal setast saman

[object Object]
Jónas í gjøgnumbroti (Mynd: Nanco Hoogstad/vikinghk.no)

Uppflytararnir úr Stavanger hava fingið 9 stig fyri 16 dystir og tað er sama stigatal, sum tvey onnur lið, Fjellhammer og Sandefjord, hava fingið, men fyri 17 dystir. Viking liggur tó nær niðurflytingarstrikuni, er millum tey liðini, sum í løtuni skulu í serliga kapping fyri at sleppa at halda fram í bestu deildini.

Spælskiparin hevur gjørt vart við seg í fremstu norsku deildini og hevur sambært Viking Stavanger víst sera høgt toppstøði fyri felagið men eisini í landsdystinum í Ukreina herfyri. Venjarin, Scott Harrington, sigur, at Jónas uppá stutta tíð er komin inn í leiklutin sum spælskipari og ein av lyklunum til ætlaða spælið hjá liðnum næsta ár. Hoyvíkingurin stórtrívist: 

- Eg eri sera nøgdur við tann leiklutin, ið er havi havt á liðnum í ár, har eg havi fingið nógva ábyrgd. Samstundis so trívíst familjan sera væl í Stavanger, og eg vil tískil verða verandi. Eg havi stóra trúgv uppá projektið, og at vit skulu rótfesta okkum í Rema 1000 deildini - men vit noyðast at vera tilvitaðir um, at tað krevur góðan mentalitet og hart arbeiði í gerandisdegnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder