Annað

Kennir seg ikki aftur í tí sum ført verður fram

- Tað er ikki rætt at siga, at Talvsamband Føroya ikki er sinnað at leingja sáttmálan við Helga Dam Ziska, sigur formaðurin í talvsambandinum.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-15 06:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Ingi Wiberg, hevur sent rættingar út til grein, sum fleiri miðlar borðreiddu við í mikukvøldið um, at Føroya fremsti telvari, Helgi Dam Ziska, hevði tikið seg av talvlandsliðnum.

Orsøkin skuldi vera ósemja um samsýning.

Les eisini: Ósemja: Helgi tikið seg av landsliðnum

Í greinini mikukvøldið varð sagt, at formaðurin ikki hevði nakra viðmerking, men hetta afturvísir Ingi Wiberg. Hann er ikki spurdur um at gera nakrar viðmerkingar, sigur hann.

[object Object]Ingi Wiberg

- Talvsamband Føroya heldur ikki, at tað er rætt, at ósemjur um sáttmálar og innanhýsis samráðingar verða bornar út til almenningin, men tá hetta nú er gjørt, so kenni eg meg noyddan at koma við nøkrum rættleiðingum til teir skeivleikar, ið verða bornir fram, skrivar Ingi Wiberg í rættleiðing.

- Tað er ikki rætt at siga, at Talvsamband Føroya ikki er sinnað at leingja sáttmálan. TSF hevur bjóðað Helga ein nýggja sáttmála, ið ikki var góðtikin. Síðani var Helgi boðin á fund at viðgera uppskoti fyri at royna at finna eina semju. Hesum tók Helgi ikki av. Eftir hetta hevur TSF og Helgi samstarvað víðari kapping til kapping.

- Tá sagt verður at treytirnar fyri at telva á landsliðnum er versnaðar er hetta heldur ikki rætt. Tað eru onnur viðurskifti í gamla sáttmálanum, ið TSF ikki ynskir at halda fram við. EM kappingar vóru ei heldur fevndar av gamla sáttmálanum.

- Talvsamband Føroya kennir ikki til avtaluna millum Helga og Havnar Telvingarfelag, so hví hetta verður tikið fram í hesi greinini er óvist, skrivar formaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder