Fótbóltur

Kevin Schindler hevur valt teir somu ellivu

HB spælir við sama liðið frá byrjan sum í Gundadali hóskvøldið. Eitt tap á trý mál, ella øll úrslit betri enn tað, eru nóg mikið til, at greipuvinnararnir fara víðari..

2021-07-27 18:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 19 bríkslar norðurírski dómarin í gongd í Podgorcia, har tað í løtuni eru umleið 37 hitastig.

HB hevur eitt frálíkt útgangsstøði og er risafavorittur at fara víðari, hóast Buducnost Podgoricia er favorittur at vinna dystin í kvøld.

Meistararnir úr Montenegro skulu royna at vinna stórt á liðnum, sum er mannað júst á sama hátt frá byrjan sum fyri fimm døgum síðani. Kevin Schindler hevur, ikki óvæntað, ikki gjørt nakra broyting í byrjanaruppstillingini. Hetta sæst á uefa.com

UEFA Europa Conference League
2. umfar, seinni dystur - 22.07, Gradski Stadion Podgorica
19.00: Buducnost Podgorica - HB

HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður Askham, Daniel Johansen - Michal Przybylski, Heðin Hansen, René Shaki Joensen - Pætur Petersen, Mikkel Dahl, Adrian Rúnason Justinussen  

Á bonkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Dan í Soylu (er ikki førur fyri at spæla), Jákup Thomsen, Stefan Radosavljevic, Ási Dam, Hilmar Leon Jakobsen, Samuel Johansen Chukwudi Áki Debes Samuelsen, Mads Boe Mikkelsen

Dysturin kann síggjast á Rás 1 hjá Televarpinum. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara.

Les eisini: HB skal gera arbeiði liðugt


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder