Fótbóltur

KÍ byrjar við somu manning sum í Bodø

Champions League dysturin í Djúpumýru byrjar klokkan 18.

2022-07-13 17:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður við somu uppstilling, og helst nøkulunda sama spælupleggi, at KÍ fer til dyst móti Bodø/Glimt nú klokkan 18.

KÍ stillar nevniliga við nett somu byrjanaruppstilling sum fyri viku síðani, tá dysur var á Aspmyra í Bodø.

Tað við siga, at Árni Frederiksberg byrjar á beinkinum, at taktiskum ávum, sum Mikkjal Thomassen venjari kallaði tað fyri viku síðani. Eisini Odmar Færø er á beinkinum, men skaðin hann hevur er so mikið meinur, at hann neyvan kemur upp á tal at koma á vøllin í dag.

Hesir byrja inni:

Í málinum: Mathias Rosenørn. Í verjuni: Rene Joensen, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck og Patrick da Silva. Á miðjuni Deni Pavlovic, Claes Kronberg, Jákup Andreasen og Mads Boe Mikkelsen. Frammi: Jóannes Bjartalíð og Páll Klettskarð.

Bodø/Glimt vann dystin fyri viku síðani við 3-0.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder