Fótbóltur

KÍ økti um leiðsluna

Oddaliðið vann 3-0 á B36 á Tórsvølli. HB vann 9-0 á Sandi og er nú nummar tvey í Betrideildini eftir sjey umfør. Víkingur manglar tó ein dyst móti 07 Vestur - annars hava øll liðini nú spælt einaferð móti hvør øðrum.

Hervør Olsen skoraði tvey mál fyri KÍ á Tórsvølli í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hervør Olsen skoraði tvey mál fyri KÍ á Tórsvølli í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-14 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Betrideildini í gjár. Talan var um seinnu helvt av dystunum í 7. umfarinum, og harvið er ein triðingur leiktur í fremstu deildini hjá kvinnum - tó hongur ein dystur eftir frá 6. umfari, ið ikki varð leiktur vegna veður. 

Oddaliðið vitjaði B36 á Tórsvølli. Tað var málleyst í stegðinum, men beinanvegin í 2. hálvleiki gjørdi heimaliðið sjálvmál. 0-1 var støðan í 40 minuttir - so sló Hervør Olsen til. Toppskjúttin í deildini skoraði tvær ferðir seinastu fimm minuttirnar og hevur nú tólv mál í sjey dystum. KÍ hevur 17 stig fyri sjey dystir, hevur framvegis ikki tapt og fýra stig eru til tey næstu liðini á stigatalvuni.

HB reisti seg eftir tapini fyri Víkingi og EBS/Skála við at vinna stórsigur á Sandi. Støðan var 0-6 í steðginum, eftir at Sunniva Willemoes hevði gjørt hattrik, Rúna Jacobsen hevði skotið tvey mál og Ása Stórá Carslsen. Eftir steðgin skoraðu Julia Naomi Mortensen, Sara Samson Lamhauge og Elin Maria Isaksen. HB er nú á 2. plássi. Hetta var størsta tapið hjá uppflytarunum í ár, sum nú spæla uttan Fridrikku Clementsen, ið breyt beinið í Klaksvík í síðstu viku.

Víkingur tapti týskvøldið á Skála og misti harvið eitt fet í oddastríðnum. Liðið úr Eysturkommunu hevur tó ein dyst til góðar á heimavølli móti 07 Vestur. NSÍ megnaði at fáa trý stig við heim úr Sørvági mikukvøldið við tveimum málum seint í dystinum. Harvið hava runavíkskvinnur nú tólv stig og hanga væl í. 

7. umfar í Betrideildini

Týsdagin 11.05
EBS/Skála-Víkingur 1-0 (0-0)
81’ Rakul Vesturdal Magnussen 1-0

Mikudagin 12.05
07 Vestur - NSÍ 0-2 
80' Lena Olsen 0-1
89' Heidi Sevdal 0-2

Hósdagin 13.05
AB/B71 - HB 0-9 (0-6)
B36 - KÍ 0-3 (0-0)



Støðan í Betri deildini kvinnur

1. KÍ 17 stig (7 dystir)
2. HB 13 stig (7 dystir)
3. Víkingur 13 stig (6 dystir)
4. EBS/Skála 13 stig (7 dystir)
5. NSÍ 12 stig (7 dystir)
6. B36 7 stig (7 dystir)
7. 07 Vestur 3 stig (7 dystir)
8. AB/B71 0 stig (7 dystir)

Komandi umfar (8.) verður leikt týsdagin 18. mai: 

8
18-05-2021 kl.

-

8
18-05-2021 kl.

-

8
18-05-2021 kl.

-

8
18-05-2021 kl.

-

Kelda: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder