Týskvøldið vann KÍ á Malmö FF í Klaksvík men fór kortini út úr Champions League. Tað endaði 4-6, og tað merkir, at Malmö FF skal spæla í 3. umfari í Champions League, meðan KÍ næstu vikurnar skal spæla í Europa League.
Sí eisini:
Samanumtøka: Árni og KÍ vunnu - Malmö fer víðari
Niður í Europa League hóast tap
KÍ skal skjótt spæla í Europa League
Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at KÍ skal spæla móti Borac Banja Luka. Bosniska meistaraliðið tapti í gjárkvøldið 1-0 á heimavølli fyri PAOK, og meistararnir úr Grikkalandi vunnu samanlagt 4-2. Harvið fer Banja Luka - eins og KÍ - úr 2. umfari í Champions League til 3. umfar í Europa League
Fyrri dysturin verður í føroyska høvuðsstaðnum, og har hevur Banja Luka vitjað áður. Tað var í 2022, tá bosniska liðið kom í Gundadal við einari 2-0 leiðslu eftir fyrra dystin móti B36. Tað endaði tó 3-1 til B36 eftir 90 minuttum, og eftir brossparkskapping spældi B36 seg víðari í Conference League móti bosniska liðnum.
Magnus Egilsson gjørdi hattrikk í sigrinum hjá B36 á Banja Luka í Gundadali í 2022 (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
KÍ skal spæla á Tórsvølli, tí tjóðarleikvøllurin er tann einasti, sum er góðkendur til 3. umfar (Q3) og frameftir í øllum kappingunum. Fyrri dysturin stendur at verða spældur hósvkøldið. Tað er sama kvøld, sum Summar Festivalurin í Klaksvík byrjar. Tað er ikki greitt, hvat klokkan dysturin, ið er ógvuliga týðandi fyri KÍ, byrjar.
UEFA Europa League 3. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 8/8
KÍ - Borac Banja Luka (Bosnia & Hersegovina) - á Tórsvølli
Seinni dysturin, hósdagin 15/8
Borac Banja Luka (Bosnia & Hersegovina) - KÍ
Samlaði vinnarin fer víðari til play-off umfari í Europa League. Samstundis er tað liðið tryggjað pláss í einum bólkaspæli, tí um man tapir í play-off umfarinum í Europa League, so endar liðið í bólkaspælinum í Conference League. Tað var hetta, sum hendir hjá KÍ í fjør.
Hóast KÍ skuldi tapt samanlagt fyri Banja Luka, so er ein eyka møguleiki eftir: Play-off í Conference League.
Vegurin til bólkaspælið - ikki dagført eftir dystirnar móti Malmö. Men KÍ er nú í tí, sum eitur "Europa League Q3". Sigur hetta umfarið er nóg mikið at tryggja eitt bólkaspæl afturat
Lutakastini til play-off umførini í bæði Europa League og Conference League vera mánadagin 5. august. Tá verður greitt, hvørjum KÍ kann møta síðst í mánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald